Dagsins mynd hjá tíðarritinum National Geographic, er av lítlu føroysku bygdini Gjógv.
- Lágthangandi skýggj ota seg inn á bygdina á Eysturoynni, ein av oyggjunum í Føroyum í norðuratlantshavi, skrivar National Geographic um myndina.
Tað er spanski myndamaðurin Nano Calvo, ið hevur tikið myndina, tá hann var á ferð í Føroyum. Hann hevur skrivað eina ferðafrásøgn, ið hann kallar 4 dagar í Føroyum. Hon er at finna her.