TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði á Rás2 við høvuðsvenjaran hjá AB, Sámal Erik Hentze, aftaná 3-3 javnleikin hjá AB ímóti ÍF í Sarpurgerði í Norðragøtu í dag.
Givið er, at Bagge ergrar seg um, at AB tveitti eina 3-1 leiðslu fyri borð. Hann heldur, at hansara menn blivu ov fjálturstungnir, tá teir komu á odda 3-1, og fóru heldur at verja, enn at halda áfram við at leypa á. Bagge heldur tó, at tað vóru eisini glottar hjá AB í dag, og av øllum illum eru teir so eitt stig nærri FC Suðuroy nú 16. umfar er avgreitt.
(Mynd: ab.fo)