Føroysku flogbóltskvinnurnar taptu í gjár finaluna til oyggjaleikir ímóti Saaremaa. Talan var um javna og spennandi finalu, Saaremaa endaði við at draga tað longra stráðið.
Eftir dystin var talan um vónbrotnar føroyskar kvinnur. Birgit Guttesen, ein av leikarunum á flogbóltslandsliðnum hjá kvinnum, greiddi millum annað frá, at tær gjørdu ov nógvar feilir í dystinum í gjár, og at tær ikki høvdu ráð at gera tílíkar feilir ímóti einum so góðum liðið sum Saaremaa.
Hoyr samrøðuna við Birgit Guttesen við at trýsta á pílin undir myndini.










