Holland, sum í gjár vann 5-0 á Litava í fyrsta dystinum, var líka náðileyst í dag, nú Føroyar stóðu hinu megin netið, tí tað endaði við hollendskum 5-0 sigri á føroyingum í EM-undankappingini, sum er í Lendava í Slovenia.
Dysturin er akkurát liðugur, men hetta var ikki nakar óvæntaður ósigur, tí av øllum londunum, sum spæla EM-undankapping nú, er Holland nógv tað sterkasta.
Hetta er fyrstu ferð, Føroyar eru við í hesi EM-undankappingini í badminton, og spælararnir, sum Aritra Nandy og Magnus Gaard hava tikið út, eru Benjamin Gunnarstein, Brynhild Djurhuus Carlsson, Kristina Eriksen, Niclas Højgaard Eysturoy, Nikolaj Gunnarstein, Rannvá Djurhuus Carlsson, Rógvi Poulsen og Sigrun Smith.
Benjamin skaddur
Badmintonlandsliðið tapti eisini í gjár fyrsta dystin í kappingini. Dysturin, sum var ímóti slovensku vertunum, endaði við 4-1 til Slovenia.
Tá var tað bara í tvímansleiki hjá monnum, at tað eydnaðist Niclas Højgaard Eysturoy og Nikolaj Gunnarstein at vinna sín dyst 2-1. Allir hinir fýra dystirnir endaðu 2-0 til slovenar, men eitt nú í blandaða tvímansleikinum bitu Føroyar frá sær.
Tíverri fekk Benjamin Gunnarstein ilt í beinið í sínum dysti í einmansleiki í gjár, og tí spældi hann ikki við í tvímansleikinum og var heldur ikki við í dag. Men vónir eru um, at hann verður klárur aftur til tann seinasta dystin í morgin ímóti Litava.