Gjørdist truplari sum støk kommuna

- Tað vóru nøkur ítøkilig viðurskifti sum gjørdu, at eg broytti meining um samanlegging, sigur Sofus D. Johannesen, býráðslimur í Sunda kommunu.

Sofus D. Johannesen, sum í fleiri ár var borgarstjóri í Gjáar kommunu, var upprunaliga ikki heitur talsmaður fyri samanlegging. Men broyttar umstøður í Gjáar kommunu gjørdu, at hann broytti meining, og tá atkvøtt varð um samanlegging í 2004, var hann greiður yvir, at Sunda kommuna var besta loysnin - eisini fyri Gjógv.

 

Sofus hevur verið býráðslimur í Sunda kommunu síðan samanleggingina, men hann sat eisini fýra setur sum bygdarráðslimur í Gjáar kommunu, harav borgarstjóri fyrstu setuna og tvær tær seinastu fyri samanleggingina.

 

- Eg má viðganga, at eg upprunaliga ikki var heitur fyri samanlegging í eina kommunu, men sum tíðin leið, og eg sá, hvønn veg tað bar hjá okkara kommunu, broyttist mín hugsan um samanlegging. Men, longu áðrenn fólkaatkvøðan stundaði til, og tá vit høvdu kunnandi fund fyri bygdarfólkinum um málið, mælti eg til at atkvøða fyri samanlegging.

 

Sofus vísir á, at tað vóru nøkur ítøkilig viðurskifti sum gjørdu, at hann broytti meining um samanlegging.

 

- Stutt fyri ætlaðu fólkaatkvøðuna varð skattalógin broytt soleiðis, at skattingin av pensjónsinntøkunum, har inntøkan ikki varð skattað - í mun til, at landskassin hevði latið ein pensjónsfrádrátt - gjørdi, at skattainntøkan við Gjógv minkaði við tí, sum svaraði til trý skattaprosent av teimum 13, sum skattaprosentið við Gjógv var tá.

 

Hann sigur, at haraftrat varð kommunustýrislógin broytt, soleiðis at bygdir við færri enn 100 íbúgvum nú bert skuldu hava trý fólk í bygdarráðum í mun til tey fimm, sum vóru frammanundan.

 

Sofus Johannesen sigur, at ymiskar aðrar treytir eisini vórðu settar kommununum um hetta mundið, og ein var, at bygdarráðsfundir fyri eitt heilt ár skuldu leggjast í eina skrá.

 

- Vit høvdu ein sjómann í bygdarráðnum, og tí var ikki so lætt at vita, nær hesin var heima. Hann kundi í prinsippinum mist hvønn fund, men soleiðis varð tað tó ikki.

 

Hann ásannar, at tað ber illa til hjá tveimum bygdarráðslimur at sita á kommunustýrisfundi, og tá viðkomandi sjómaður var burtur, skuldi næsta fólkið innkallast.

 

- Nýggja kommunustýrislógin álegði eisini kommununum ymisk formell krøv, og tað merkti, at umsitingin og kostnaðurin av umsitingini vaks.

 

Hann vísir á, at tað vóru slík viðurskifti sum hesi, ið gjørdu, at hansara meining um samanlegging broyttist.

 

- Tað er greitt, at við broyttu umstøðunum hevði tað eisini verið ógvuliga trupult at fingið líkinda samanhang í raksturin av Gjáar kommunu, tó at kommunan undan samanleggingini - eins og flestu aðrar kommunur í samstarvinum - var rímiliga væl fyri, sigur Sofus Johannesen.

 

Gjáarmaðurin og býráðslimurin í Sunda kommunu heldur, at tað heilt greitt hevur havt sínar fyrimunir, at kommunurnar løgdu saman.

 

- Á fólkaatkvøðuni tóku umleið 2/3 av íbúgvunum við Gjógv undir við samanleggingini, og ein slíkur meiriluti gjørdi tað sjálvsagt eisini lættari at gerast aktivur partur í nýggju kommununi, sigur Sofus D. Johannesen.