- Hetta er eitt mál, vit taka í stórum álvara. Tað sigur løgreglan í Klaksvík.
Málið, tey sipa til, hendi sunnumorgunin, tá ið ein maður varð álopin inni hjá sær sjálvum í Klaksvík.
Talan er um ein mann, sum býr einsamallur. Hann hevði sitið og hugt at sjónvarpi, men var sovnaður í sofuni frammanfyri sjónvarpið, sum stóð á einum skenki mitt í rúminum.
Úthurðin var ólæst og í millum klokkan trý og fýra vaknar maðurin og varnast at okkurt er áfatt.
- Tá ið hann tendrar ljósið, sær hann ein fremmandan mann ganga aftanfyri sjónvarpið og er í ferð við at hála leidningarnar úr vegginum, sigur løgreglan.
Óbodni gesturin leypir á mannin í húsinum og teir berjast eina góða løtu, áðrenn tað eydnast at fáa hann á aftur á dyr.
Maðurin, sum búði í húsunum varð sligin fleiri ferðir. Hann endaði á skaðstovuni, men umframt blátt eyga og aðrar smærri snuddir, hevur hann ikki meiðslað seg, og onki er brotið, sigur løgreglan
Hann hevur greitt løgregluni frá, at hann hevur onga hóming av, hvør tað var, sum trokaði seg seg inn á hann.
Men hann sigur at maðurin var vælvaksin og metir hann at vera einar 180 sentimetrar til hæddar.
Hann var í myrkum klæðum og myrkaði hettutroyggju. Hann var í hettuni, so hann sá ikki reiðiliga andlitið heldur Hann metir mannin at vera ímillum 25 og 30 ára gamlan.
Løgreglan frættir fegin frá fólki, sum kunnu vita nakað um málið og sum hava illgruna um, hvør gerningsmaðurin kann vera. |