Gjørdi nevndin hjá HB rætt?

Tað er høvðsspurningurin í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag

Mest umtalaða støðan í føroyskum fótbólti fyri tíðina er viðvíkjandi venjaraskiftinum hjá HB. Hóast Oddbjørn Joensen var nýklaktur FM vinnari, so fekk hann ikki longt sáttmálan. Í hansara stað kom Heðin Askham.

 

Leiðslan í felagnum sigur, at HB í fleiri ár hevur havt eyguni eftir Heðini Askham. Tá so møguleikin var til staðar, so valdi nevndin at taka av. Hetta hevur elvt til nógvan kritikk og kritiskar spurningar.

 

Millum annað var Oddbjørn Joensen í ítróttarsendingini 3-2 hjá Kringvarpinum mánakvøld, og segði at hann var áhugaður at halda fram. Tá vóru samráðingarnar millum Heðin Askham og HB byrjaðar kvøldið fyri.

 

Spurningurin er so, um nevndin hjá HB gjørdi rætt. Kundi hon havt handfarið venjaraskiftið øðrvísi. Ella var tað skeivt at skifta venjaran?

 

Hetta er tveir av spurningunum í Fótbóltspanelinum, sum verður á Rás2 í dag millum klokkan 16 og 17.

 

Her er ein samling av nøkrum av tí, sum føroyskir miðlar hava skrivað um málið:

 

Les eisini: Heðin: HB er tað størsta (in.fo)

 

Les eisini: Vónbrot í NSÍ (in.fo)

 

Les eisini: Finnbogi Arge, formaður í HB, greiður frá venjaraskiftinum (Kringvarpið)

 

Les eisini: Almenn eyðmýking av venjaranum sum vann HB FM (Norðlýsið)

 

Les eisini: Kendur HBari: Handfaringin setur Oddbjørn í eina sera trupla støðu (Norðlýsið)