Eitt óvanligt slag av heilivági fer møguliga at loysa vaksandi trupulleikan við sjúkum, sum ikki kunnu lekjast við vanligum heilivági. Eisini fer heilivágurin at loysa trupulleikan við vaksandi immuniteti hjá alsamt fleiri fólki, mótvegis nógv nýttum heilivági, so sum antibiotika, verður upplýst í tíðarritinum Nature í gjár.
Granskarar hava funnið eina bakteriu, sum livur í skitti, og sum kann fremleiða eitt nýtt og sterkt antibiotika. Granskarar vilja verða við, at tað er ósannlíkt at teixobactin, sum heiluvágurin kallast, hevur hjáárin, og heilivágurin grøddi fleiri sjúkir, sum royndar mýsnar, sum nýttar vórðu til kanningarnar, bóru.
Granskarar skriva eisini at ósannlíkt er, at bakteriur verða immunar mótvegis nýggja heilivágnum. Í heilivágnum kann væntandi eisini finnast náttúrligir samansetningar, sum kunnu arbeiða mótvegis smittum og krabba. Hetta er nakað sum náttúruvísindafólk frammanundan ikki hava kunnað gjørt, av tí at hesar bakteriurnar ikki kundu framleiðast í eini royndarstovu.
Menniskju hava enn ikki roynt nýggja heilivágin