Gjaldstøðin uppsett

Tann nógv um rødda gjaldstøðin við Vágatunnilin er um at vera liðugt uppsett. Ikki sær hon nógv út fyri verðini

Bummpengar

á Reynsbakka:Tað eru eingin bummar við sonevndu bummstøðina norðan fyri tunnilsmunnan Vágamegin.
Ein automat, nakrir steyrar við videoupptøkutólum og nøkur ferðsluljós. Tað er útgerðin.
?Eg havi ongantíð hildið tað verið rætt at nevnt tað bummstøð, segði Dávur Reinert Hansen, stjóri fyri Vágatunlinum, við Sosialin herfyri. Og nú kunnu fólk so út frá myndunum sjálv meta um, hvørt hann hevur ætt ella ikki, tá hann heldur vil nevna støðina eina gjaldstøð.
Uppsetingin er gjørd við steyrum eftir miðum vegi, og gjaldast skal í ovara borði. Høgru síðu, tá koyrt verður út Vágum. Vestureftir verður møguligt at koyra beinleiðis ígjøgnum, uttan at nakað er, sum vísir á, at nú skal gjaldast.
Tó verður ikki uttan víðari møguligt at koyra í skeivum borði, um ein ætlar at sleppa undan at verða skrásettur fyri gjald, tá ein skal úr Vágum. Tí syrgja upptøkutólini fyri.