Gjaldssteðgur í toskaaling

Sambært Shetland Times var No Catch heimsins fyrsta toskaalibrúk, og tá ið flest vóru í starvi í hesum partinum av felagnum, vóru tey 130 í tali. Nú er felagið í gjaldssteðgi Fleiri arbeiðsfólk eru søgd úr starvi hjá felagnum No Catch, sum eitt nú hevur toskaaling í Hetlandi. Felagið fór í gjaldssteðg í endanum av februar, tí felagið hevur havt eitt hall upp á út við 41 miljónir pund.

Í fyrsta lagi vórðu 14 fólk søgd úr starvi í framleiðsluni í Scalloway, og síðan eru 14 fólk aftrat søgd úr starvi, flestu í skrivstovupartinum.

Samlaða talið av uppsøgnum er soleiðis komið upp á 28.

Eftir at No Catch fór í gjaldssteðg, hevur Grant Thornton, gjaldsstjóri, sitið við bukt og báðum endum.

Málið hjá No Catch var at hava eina framleiðslu upp á 30.000 tons av toski í 2012.

Feløgini, sum hava fíggjað hesa verkætlan, eru Milestone Capital Partners Limeted, íslendski Kaupthing Banki og Singer & Friedlander.

Sambært Shetland Times er framhaldandi virksemi í felagnum, men arbeiðsorkan er niðursett.

Orsakað av fíggjarligu støðuni, verður toskurin ikki virkaður í Scalloway í løtuni, men verður tikin, avhøvdaður og seldur ymiskum keyparum á marknaðinum.

Borgarstjórin í Scalloway, Iris Hawkins, sigur seg harmast uppsagnirnar og støðuna, sum No Catch er komið í við toskaalingini.

Sambært Shetland Times var No Catch heimsins fyrsta toskaalibrúk, og tá ið flest vóru í starvi í hesum partinum av felagnum, vóru tey 130 í tali.

Sum skilst á hetlendskum fjølmiðlum, hava fleiri stór alifeløg úti í heimi víst áhuga fyri at keypa partar av ? ella alla - toskaalingina hjá No Catch í Hetland.