– Portrið hevur gjørt mun. Nøkur túsund fólk hava gingið gjøgnum portrið, men eg haldi eisini, at ein triðingur er vendur aftur, sigur André Kruse.
Tað var 4. august í fjør, at gjaldsportur varð sett upp í Saksun. Um tú ætlaði tær út á Lógv, sum hevur verið ferðamálið hjá flestu av ferðafólkunum, ið fara til Saksunnar, so mást tú nú rinda 75 krónur fyri hvønn persón.
– Tað var so lítið eftir av summarferiuni, tá ið portrið kom upp, og tí hava tað ikki verið so nógv ferðandi enn, sigur André Kruse.
Ferðaskrivstovur byrja at ringja
Bóndin í Saksun heldur, at nakrir batar eru hendir, síðani portrið er komið.
– Nú hava nakrar ferðaskrivstovur ring og spurt seg fyri. Tað er púra nýtt. Tað er næstan eingin, ið hevur spurt seg fyri fyrr – tey fóru bara. Nøkur hava eisini spurt, um tey kunnu gjalda í felag fyri ein bólk, ístaðin fyri at ein og ein skal rindin fyri at koma ígjøgnum portrið. Tað hava vit so fingið orðnað, sigur André Kruse.
Hann sigur eisini, at onkur føroyskur skúla hevur spurt seg fyri, og tey eru sloppin ókeypis út á Lógv.
##med2##
Einki lá eftir í Saksun
Bóndin í Saksun segði við Sosialin síðsta summar:
– Tað ber ikki til, at onnur dríva ferðavinnu inn á økinum hjá okkum. Visit Faroe Islands og ferðafeløg kunnu ikki avgera, hvussu rákið skal vera í Saksun. Túrar verða seldir til Saksunnar fyri 1.000 krónur fyri hvønn, men einki liggur eftir hjá okkum á staðnum. Eg síggi fleiri bólkar av fólkum ganga ígjøgnum mín haga, men eg verði ikki eftirspurdur. Tey halda seg kunna ganga frítt allastaðni í Føroyum uttan at spyrja nakran eftir. Vit hava sett okkum í skuld fyri at reka landbrúk á hesum ávísa økinum, tí er tað løgið, at øll onnur kunnu brúka økið fyri einki, sigur André Kruse.
Aðrir bøndur umhugsa gjaldsportur
– Eg ynskti at steðga gongdini, at útlendskir bólkar og føroyingar við útlendskum bólkum ganga ígjøgnum mín haga, uttan at eg fái nakað burturúr tí. Higartil hevur tað tó ikki givið nakað, tí at íløgan í portrið og gjaldskipan var nokk so fitt, sigur bóndin.
Við tíðini ætlan hann at hava onkra tænastu á túrinum, men enn er tað ikki komið upp á pláss.
– Tað eru nakrir bóndur og jarðareigarar, ið hava spurt seg fyri, og sum eisini umhugsa okkurt líknandi gjaldsportur í teirra haga. Eg haldi tó, at flestu av teimum ynskja at bíða og síggja, hvat landið ætlar at gera, og eisini hvussu tað fer at riggar hjá Jarðum, nú hiking.fo skal selja útferðir ymsastaðni kring landið, sigur hann.
Gera alment vesi
Hann vísir á, at nógv annað skal gerast í Saksun, nú so nógv ferðafólk koma til bygdina.
– Tað eru nakrir batar at hóma. Kommunan skal gera eitt alment vesi, sum skal vera klárt, nú ferðafólk koma aftur í summar. Landsverk hevur eisini sagt, at teir skulu fara at gera víkiplássini á vegnum til Saksunnar størri. So vóna vit, at tað verður gjørt, sigur André Kruse.