Tað er eitt avgjørt ynski hjá býráðnum, at miðbýurin í Havn við tíðini skal gerast bilfrítt øki, og borgarstjórin hevur javnan havt hetta á máli í fjølmiðlunum.
Ein liður í hesum er ókeypis busskipanin hjá kommununi, ið miðar ímóti at fólk lata bilarnar standa og heldur nýta býbussarnar.
Nú verður so eitt stórt og týdningarmikið stig aftrat tikið á leiðini til bilfrían bý.
Málið var fyri í teknisku nevnd 16. juni í ár har samtykt varð, at taka undir við einkm tilmæli frá tekniska stjóra og býarverkfrøðinginum, og mæla fíggjarnevndini til at játta pening ttil kanningararbeiðið.
Tilmælið frá tekniska stjóra og býarverkfrøðinginum er soljóðandi:
• umsitingin letur gera uppskot til parkeringspolitikk fyri kommununa
• uppskot til skipan við tíðaravmarkingum og gjaldsparkering verður gjørt at leggja fyri nevndina aftur, við grundarlagi í »Parkeringsanalyse i Tórshavn Midtby« frá 1. apríl 2009 og »Parkeringsanalyse for Tórshavn Midby« frá 12. mai 2009
• gjørd verður kostnaðarmeting av íløgum í samband við pkt. 2 og meting av inntøkum við slíkari skipan
• játtaðar verða 250.000 krónur til kanningar- og fyrireikingararbeiði
Á fundi 25. juni samtykti fíggjarnevndin at játta henda pening, og at kanningar- og fyrireikingararbeiðið verður lagt fram í seinasta lagi 1. november 2009.
Samtykt í býráðnum
Tað er danska fyritøkan Rambøll & Nyvig, sum hevur gjørt kanningararbeiðið og hevur lagt »Oplæg til P-politik« fram, dagfest 16. november 2009.
Hendan analysan varð so løgd fyri býráðið á fundi 26. november og var samtykt við 12 atkvøðum fyri og ongari ímóti. Blanka atkvøðan stóðst av, at ein býráðslimur var ikki staddur í salinum, tá atkvøtt varð.
Arbeiðsætlanin hevur verið løgd fyri fútan, har greitt var frá, hvussu ætlanin er at farið verður til verka.
Politisku ynskini eru:
• hvat er ætlanin
• hvat fevnir ætlanin um
• nær verður farið undir ætlanina
Grundarlag:
• P-analysa frá 01.04.09 (TK/Rambøll)
• P-politikkur 12 12.05.09 (TK/Rambøll)
• teljingar og skrásetingar, umsiting
Arbeiðsháttur
Tekniski stjóri hjá Tórshavnar býráð, Boði Haraldsson sigur, at allir viðkomandi áhugabólkar verða tiknir við í viðgerðina.
- Eitt nú skulu handlar í miðbýnum hoyrast, og tað sama er galdandi fyri peningastovnar og størri handlar og virkir. Eisini skulu borgarar í miðbýnum eins væl og seráhugabólkar sum MBF og onnur takast við upp á ráð, sigur Boði Haraldsson.
Nógv onnur viðurskifti skulu eisini umhugsast og viðgerðast so sum meting av analysu, trýst á p-plássini, parkeringspolitikkur í síni heild, brúkaragjald, avleiðingar fyri grannalagið og royndir aðrastaðni frá.
- Brúkaragjaldið krevur eisini gjølliga viðgerð. Hvussu áseta vit kostnaðin, og skulu fólk, sum búgva í miðbýnum, hava eina kortskipan, skal ein serskipan setast í verk fyri rørslutarnað? Tað eru slíkir spurningar, ið vit skulu viðgera, sigur Boði Haraldsson.
Gjaldsskipan
Tað eru í dag umleið 2100 parkeringspláss í Havn, men teljingar vísa, at trýstið á mest nýttu plássunum er útvið 100%.
- Vanliga verður sagt, at eitt trýst á 85% er passandi, og trýstið minkar longur tú kemur burtur frá sjálvum miðbýnum. Tað, sum umræður, er at sleppa pendlaraferðsluni til lívs, fólk, ið koyra runt í vónini at finna eitt parkeringspláss í miðbýnum, sigur Boði Haraldsson.
Parkeringspolitikkurin er staðfestur av býráðnum skal ætlandi setast í verk einaferð tíðliga komandi ár. Men nógv er at fáa greiði á, áðrenn tað gerst veruleiki. Til dømis gjaldsskipanin.
Har finnast fleiri møguleikar. Eitt nú kunnu parkeringsvørðarnir nýta síni tól til gjaldsskipan, ella tú kanst nýta eina gps-skipan. Annar møguleiki er at nýta fartelefonina at gjalda við ella tey sonevndu parkometrini. Men tey dámar ikki tekniska stjóra.
- Skal tú brúka parkometur, skal allur býurin gravast upp, og tey eru eisini ógvuliga útsettt fyri herverki, so tað haldi eg ikki er nøkur góð loysn, sigur Boði Haraldsson.
Fyribils bíðar býráðið so eftir einum uppleggi frá Ramsbøll & Nyvig um, hvørji øki gjaldsparkeringin skal umfata.