Eingin veit við vissu, hvør lagnan verður hjá Gjaldskipanini hjá Elektron og peningastovnunum, sum so nógv rok hevur verið um.
Í vikuni frættist í Útvarpi Føroya, at Elektron hevur fingið eitt hoyringsskriv frá Dátueftirlitinum, sum hevur viðgjørt nýggju støðuna, eftir at Høgni Hoydal gjørdi nýggja kunngerð fyri viðgerð av persónsupplýsingum.
Í fyrstu atløgu tulkaði Elektron skrivið soleiðis, at loyvið, sum varð givið í 2002, ikki verður tikið aftur. Men nú vísir tað seg, at skrivið eisini kann tulkast øðrvísi. Sambært Útvarpinum stendur eisini í hoyringsskrivinum, at Elektron og peningastovnarnir ikki kunnu senda aðrar upplýsingar enn tær, sum longu verða sendar.
Sostatt er líkt til, at loyvið ikki verður tikið aftur, men at skipanin ikki kann fevna um annað, enn hon longu ger, og sostatt kunnu fleiri upplýsingar ikki koma upp í skipanina.
Gjaldskipanin avgreiðir sjálvvirkandi flytingar fyri fólk, men av tí at talan er um samstarv við PBS í Danmark fara upplýsingar til Danmarkar at venda, og tað loyvir lógin ikki sambært herdu kunngerðini.
Spurningurin er so, hvat hetta merkir fyri Gjaldskipanina. Um hon kann halda fram, sum einki var hent, ella um fleiri fólk og flytingar ikki sleppa upp í hana. Svarið fæst, tá Dátueftirlitið hevur gjørt sína niðurstøðu. Avgerðin fellur 28. oktober.