Tað er bert Dátueftirlitið, sum kann taka loyvi aftur hjá peningastovnum til at brúka nýggju Gjaldskipanina.
Tað er greiði boðskapurin frá Rúna Joensen, aðalstjóra í løgmálaráðnum, sum sjálvur hevur lagt navn til eina nýggja kunngerð um persónsupplýsingar saman við Høgna Hoydal, landsstýrismanni.
Gjaldskipanin er partur av sonevndu BetalingService hjá PBS, og tað hevur við sær, at upplýsingar verða fluttar av landinum, tí tær sjálvvirkandi flytingarnar fara til Danmarkar at venda.
Tað er ikki í samsvari við eina feska kunngerð, sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður við lógarmálum, hevur lýst tann 16. juni. Kunngerðin er beinleiðis vend ímóti peningastovnunum og nýggju Gjaldskipanini og er sett at hava gildið frá 1. januar 2002. Tað vil siga áðrenn skipanin fór at virka. Sostatt er lóggivið aftureftir, men sambært aðalstjóranum merkir tað ikki, at landsstýrismaðurin hevur tikið Gjaldskipanina av.
Løgmálaráðið hevur ikki ta áskoðan, sum hevur verið førd fram í fjølmiðlunum, at kunngerðin hevur við sær,at givna loyvið av sær sjálvum dettur burtur, ger aðalstjóri í løgmálaráðnum púra greitt.
»Dátueftirlitið hevur tikið eina avgerð, har Elektron og peningastovnarnir fáa loyvi at flyta persónsupplýsingar av landinum í GS-skipanini. Um eitt tílíkt gildugt loyvi skal takast aftur, er tað bert tann myndugleikin, sum hevur givið loyvið, sum kann taka tað aftur, og fyrisitingarliga eru fastar reglur fyri, nær hetta kann ella skal gerast,« sigur Rúni Joensen í einum kunningarskrivi.
»Sostatt er tað einans Dátueftirlitið, sum kann broyta avgerðina og taka loyvið aftur,« sigur Rúni Joensen, »og hetta skal gerast sambært einari meting við støði í vanligum fyrisitingarligum meginreglum um afturtøku«.
*******
FAKTA
Brot úr kunngerð nr. 94 frá 16. juni 2003:
§ 1. Kunngerðin fevnir um persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum hjá peningastovnum
§ 2. Persónsupplýsingar og viðgerð av persónsupplýsingum í skipanum í Føroyum, hvørs høvuðsinnihald og ?nýtsla eru peningaligar transaktiónir, flytingar ella annað samskifti ella virksemi millum einstaklingar, virki, stovnar o.t. í Føroyum, kunnu ikki flytast av landinum. Heldur ikki kann ein partur av hesum flytast av landinum.
§ 3. Brot á § 2, stk. 1 í kunngerðini verður revsað við bót