Nýggja uppgerðin av gjaldsjavnanum vísir metstórt avlop trý ár á rað, 2013-2015. Alt tíðarskeiðið 2010-2015 hevur úrslitið verið eitt avlop á hvørjum ári, burtur sæð frá 2012, sum av serligum orsøkum hevði eitt lítið hall.
Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu sínari
Rakstraravlopið hesi árini hevur ligið millum 855 mill. kr. og 1.719 mill. kr. Høvuðsorsøkin til hallið á 109 mill. kr. í 2012 var, at hetta árið vórðu m.a. innflutt fimm skip og eitt nýtt flogfar.
Rakstraravlopið hetta sama tíðarskeiðið stavar fyrst og fremst frá øktum útflutningi av fiskavørum, serliga aldum laksi. Men eisini inntøkuflytingar og rakstrarflytingar millum Føroyar og útlond hava givið sítt íkast til tað stóra avlopið á gjaldsjavnanum. Avlopið verður nærri viðgjørt í seinri greinum um vørur og tænastur, og um inntøkuflytingar og rakstrarflytingar millum Føroyar og umheimin.