Kringvarpsgjaldið fer ikki at hækka sjálvvirkandi hvørt ár.
Tað er greitt, nú Løgtingið viðger eitt uppskot um frá Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum um at broyta gjaldið til Kringvarpið.
Í hesum samandi var ein partur av ætlanini, at Kringvarpsgjaldið skuldi hækka sjálvvirkandi tvey prosent um árið.
Mótstøða hevur verið ímóti eini slíkari skipan, og nú tekur landsstýrikvinnan í egnan barm, og biðjur løgtingið broyta uppskotið aftur, soleiðis at gjaldið til Kringvarpið fer ikki at hækka sjálvvirkandi hasi tvey prosentini um árið.
Kortini ásannar Rigmor Dam, at politisk semja um, at kringvarpsgjaldið skal hækka, men fyrst skal ein almennur frymil gerast fyri, hvussu almennar játtanir skulu hækkast.
Tað er týdningarmikið, at ein skipan verður gjørd fyri at byrgja fyri, at Kringvarpið, sum frá líður, missir inntøku við tað, at prísir og lønir hækka, heldur Rigmor Dam.
Hinvegin heldur hon eisini, at tað er óheppið fyri Kringvarpið, skal gjaldið ikki hækka, uttan at tað verður gjørt við lóg hvørja ferð.
inntøkugrundarlagið hjá Kringvarpi Føroya, um kringvarpsgjaldið javnan skal dagførast við lógarbroytingum.
Í Kringvarpinum eru tey ikki fegin um hetta. Tey siga, at tað er eingin sum veit, nær ein almennur frymil verður gjørdur fyri, hvussu nógv játtanirnar skulu hækka.
Og til tað hendur, eigur játtanin til Kringvarpið at hækka hesi tvey prosentini um árið, ella í minsta lagi so mikið, at játtanin hækkar tað sama sum lønirnar hækka fyri at inntøkugrundarlagið ikki skal versna.










