Gjaldið hækkar 80 krónur

Útgjaldið úr Samhaldsfasta kann ikki veksa ov nógv ísenn

Nú er greitt, at tann 1. Januar fer útgjaldið úr Samhaldsfasta at hækka 80 krónur um mánaðin.

 

Tað hevur stýrið fyri Arbeiðsmarknaðareftirlønargrunnin nú samtykt.

 

Í løtuni er gjaldið úr Samhaldsfasta 2.850 krónur m mánaðin, men nú hevur stýrið samtykt at hækka tað  2,8 prosent frá 1. januar 2014.

 

Sostatt verðureftirlønin 2.930 krónur um mánaðin næsta ár, ella 35.160 krónur um árið.

 

So leingi tað verða fleiri og fleiri pensjonistar í Føroyum, er neyðugt at eftirlønarveitingin verður ásett soleiðis, at grunnurin sleppur undan at lækka hana seinni, sigur stýrið.

 

Tí veksur útgjaldið spakiliga, men í minsta lagi líka nógv sum inflatiónin.

 

Eftirlønarútgjaldið var 84% av inngjøldunum í 2012 og væntast at verða 87% av inngjøldunum í 2013.

 

Í 2012 vóru útgoldnar 227,4 mió. kr. í eftirlønum úr Samhaldsfasta.