Kringvarpsgjaldið verður ikki tikið av og lagt inn í vanliga skattin.
Tað er greitt, nú Mentamálanevndin hjá løgtinginum hevur viðgjørt eitt uppskot hjá Javnaðarflokkinum og Tjóðveldi um at avtaka fasta kringvarpsgjaldið og at leggja tað afturat skattinum á sama hátt sum ALS, Barsilsskipanin og Samhaldsfasti.
Flokkarnir høvdu skotið upp, at øll skulu rinda 0,58% av inntøkuni í Kringvarpsgjaldi.
Men hetta vil meirilutin í nevndini, sum eru Bjarni Djurholm, Jóna Mortensen, Edva Jacobsen, Jenis av Rana úr samgonguni, og Poul Michelsen úr Framsókn, við tað, at kringvarpsgjaldið er eitt fast gjald, verður brúkarin betur tilvitaður um tænastuna, sum veitt verður.
Tá fer borgarin er gera sær størri ómak at meta um tænastuna og seta henni krøv.
Og tá ið lurtarar og hyggjarar alla tíðina anda Kringvarpið í nakkan, fer tað at fáa Kringvarpið at stremba eftir at veita tað bestu tænastuna.
Verður Kringvarpsgjaldið lagt umvegis skattin, fer landið somuleiðis at missa mvg inntøkurnar av gjaldinum.
Hinvegin vil meirilutin hava landsstýrismannin í mentamálum at endurskoða Kringvarpið. Í hesum sambandi hugsar meirilutin í nevndini um at fáa eina greiða áseting um, hvat eitt húski er í hesum sambandi og um øll skulu rinda sama kringvarpsgjald, bæði vanligir løntakarar, pensjónistar, lesandi ung, o.s.fr.










