Gjalda niður skuld

Fíggjarmálaráðharrin sigur, at stóra vinningsbýti frá Føroya Banka fer at verða nýtt til at gjalda niður skuld

Bárður Nielsen er sjálvsagt fegin um, at leiðslan í Føroya Banka hevur gjørt av at gjalda 600 milliónir krónur í vinningsbýti, tí tað vísir, at leiðslan í bankanum tekur einskiljingarætlanir hjá landsstýrinum og trimmar bankan til eina sølu.
 
Ikki meiri ferð á búskapin
- Tað er breið politisk semja um, at ein slík inntøka sum hendan, ið er ein eingangsinntøka, ikki skal koyrast í raksturin, tí tað setur bara meiri ferð á samfelagshjólini, og tað er ikki tørvur á tí í løtuni. Tað er rímulig ferð á í samfelagnum í løtuni, og tí er eingin grund til at skumpa undir enn meira, sigur Bárður Nielsen.
Fíggjarmálaráðharrin sigur, at politisk semja er um, at ein slík inntøka verður brúkt til at gjalda niður almenna skuld. Hetta fer tó at ávirka raksturin á fíggjarlógini nakað, tí rentuútreiðslurnar minka, sigur Bárður Nielsen.
Hann fegnast eisini um, at tað gongur so gott hjá stóru peningastovnunum, sum báðir hava almannakunngjørt sera góð úrslit fyri 2005.