Tað er bíligast at búgva í Fugloy ella í Skúvoy – og dýrast at búgva í Skopun. Tað er tað í øllum førum, um tað er kommunuskattaprosentið, sum telur.
Í uppgerð hjá Taks sæst, hvussu skattaprosentið er í ymsu kommununum. Tóshavnar kommuna er á einum 7. plássi við skattaprosentinum 19. Klaksvík er á 12. plássi við 20,75 prosentum.
Fimm kommunur hava eitt skattaprosent, sum er oman fyri 22 prosent: Runavíkar og Skálavíkar kommunur hava 22 prosent, Vága og Sands kommunur hava 22,5 prosent og hæsta skattaprosentið hevur Skopunar kommuna, 22,75 prosent.
Listin hjá Taks við kommunuskattinum sær soleiðis út:
| 2017 | Kommunuskat. % |
1 | Fugloyar | 16,00 |
2 | Skúvoyar | 16,00 |
3 | Kunoyar | 18,50 |
4 | Eiðis | 18,75 |
5 | Fámjins | 19,00 |
6 | Sumbiar | 19,00 |
7 | Tórshavnar | 19,00 |
8 | Hvannasunds | 19,90 |
9 | Hvalbiar | 20,00 |
10 | Hovs | 20,00 |
11 | Nes | 20,50 |
12 | Klaksvíkar | 20,75 |
13 | Kvívíkar | 20,75 |
14 | Porkeris | 20,75 |
15 | Viðareiðis | 21,00 |
16 | Eystur | 21,00 |
17 | Sjóvar | 21,00 |
18 | Húsavíkar | 21,00 |
19 | Fuglafjarðar | 21,50 |
20 | Sunda | 21,50 |
21 | Vestmanna | 21,50 |
22 | Sørvágs | 21,70 |
23 | Tvøroyrar | 21,90 |
24 | Vágs | 21,95 |
25 | Runavíkar | 22,00 |
26 | Skálavíkar | 22,00 |
27 | Vága | 22,50 |
28 | Sands | 22,50 |
29 | Skopunar | 22,75 |
|
|
|
| Hægsta | 22,75 |
| Meðal | 20,29 |
| Lægsta | 16 |