Fyri at tryggja, at øll valevni fáa síni lesarabrøv við, fara vit á Sosialinum frá fríggjadegnum 21. september at taka upp øll lesarabrøv frá valevnum móti gjaldi.
Vanliga mannagongdin er, at blaðstjórnin tekur upp tey lesarabrøv, sum rúmast í blaðnum og sum annars lýka krøvini, sum blaðstjórnin setur. Men fyri at øll valevni skulu hava sama møguleika, fara vit at taka gjald fyri brøvnini – soleiðis at vit kunnu økja síðutalið til tess at hýsa øllum valevnunum.
Blaðstjórnin










