Gjalda fyri at vera uppringd

Nýggju reglurnar við at móttakarin av fartelefon skal gjalda uttanlandatakstin hava ført við sær, at reiðarí hava sperrað føroysku telefonirnar umborð á skipum, sum sigla langt burturi, so ikki ber til at ringja til teirra

At telefongjaldið á fartelefonum lækkaði 1. juni í ár hevur eisini sín prís. Tað hava í øllum førum føroysk reiðarí við skipum, sum sigla langt burturi, nú merkt. Nú skulu tey nevnliga sjálvi gjalda uttanlandatakstin fyri at móttaka eina samrøðu til tað føroysku fartelefonina. Áðrenn var tað hinvegin, tann sum ringdi upp, sum rindaði uttanlandsgjaldið.

Hetta vil siga, at eitt nú skip sum Enniberg, sum fiskar í Barentshavinum, ikki longur kunnu hava somu gleði av fartelefonini sum áður. Fyri at ringja til skip í Barentshavinum, er taksturin sum til Noregs. Tað vil siga 4,10 kr. um min. Nú má skipið/reiðaríði sjálvt gjalda fyri at teir verða uppringdir á einari føroyskari fartelefon. Tá ið ein hugsar um, at tað verður ringt rættiliga nógv til fartelefonirnar, so verður tað nógv sum skal gjaldast.

Hetta hevur ført við sær, at reiðarí hava sperrað telefonirnar, og Enniberg hevur sjálvur sent mótmælisskriv til Telefonverkið í hesum sambandinum


Standard í øllum Evropa

? Tað sum vit gera, er einki annað enn tað, sum verður gjørt alla aðrastaðni úti í hetta í verk, og tey flestu hava eisini skilt tað. Í grundini høvdu vit roknað við nógvum mótmælum, serliga frá skipum við føroyskari fartelefon, men tað hava vit ikki fingið.

? Hinvegin hava vit fingið onkran fyrispurning frá skipum, hvørja loysn vit síðan mæla til. Her hava vit verið reiðiligir og víst teimum á møguleikan at útvega sær eina fartelefon sum hoyrir til tað økið, har teir eru, sigur Poul Henrik Poulsen.