Gjáar bygd, Tróndur, Bárður og Tóroddur kunnu vinna

Mentanarvirðislønir Norðurlandaráðsins verða handaðar í kvøld.

Mentanarvirðislønir Norðurlandaráðsins verða handaðar í kvøld.

 

Tróndur Bogason er í uppskoti at vinna norðurlendsku mentanarvirðislønina í tónleiki fyri verkið Barbara. Ein samrøða við Trónd Bogason er at síggja við at trýsta á pílin mitt í myndini ovast.

 

Tóroddur Poulsen kann vinna norðurlendsku mentanarviriðslønina í bókmentum fyri bókina Fjalir. Við at trýsta her sæst ein samrøða við Tóródd Poulsen.

 

Bárður Oskarsson er tilnevndur norðurlendsku mentanarvirðislønina í barnabókmentum fyri bókina Flata kaninin. Ein samrøða við hann er at síggja her.

 

Seinasti møguligi føroyski vinnarin er bygdin Gjógv, ið er í uppskoti at vinna norðurlendsku mentanarvirðislønina fyri náttúru og umhvørvi. Ein samrøða við Heðin Zachariassen, borgarstjóra í Sunda kommunu, er at síggja her.

 

Samrøður við onnur tilnevnd eru at finna á heimasíðuni hjá Norðurlandaráðnum, millum annað her.

 

Handanin av virðislønunum byrjar klokkan 18.00 føroyska tíð.