Thor Ulvedal Simonsen er 19 ára gamal ‘Hip-pop’ tónleikari. Sum sæst á navninum, er Thor hálvur dani, men eisini hevur hann búð 10 ár í Canada. Fyri hálvum øðrum ári síðani flutti hann einsamallur til Føroyar at læra um uppruna sín. Ungi maðurin var herfyri niðri á Norður Bryggjuni, eitt nordurlenskt mentunarhús í Keypmannahavn, har hann framførdi síni egnu løg og fekk samband við ymiskar danskar DJ’s og vinnufólk.
Tónleikurin hjá Thor Simonsen er nýmótans og nakað fyri seg. Hann gav í fjør fløguna International út, og vónandi verður tónleikurin, ið Thor hevur skrivað síðan hetta at hoyra í nærmastu framtíð.
Ger alt sjálvur
Við hús upptekur og mixar Thor síni egnu løg sjálvur, og hetta hevur hann gjørt, síðan hann var 11 ára gamal.
Ungi tónleikarin er uppvaksin við tónleiki av ymsum slag. Pápi Thor er tónleikari og spælir konstrabass í einum symfoniorkestri í Danmark. Eisini mamma hansara spælir nógv ymisk ljóðføri.
- Ein fløga er á veg saman við nógvum øðrum spennandi, men annað kann eg ikki siga tykkum, sigur ein glaður, men loyndarfullur Thor Simonsen.
Norðurlendskur hip-hop festivalur
Jannick Blaksmark, ið arbeiðir hjá Artiscope Music, setti seg í samband við plátufelagið TUTL og bað tey leiðbeina seg til ein dugnaligan føroyskan Hip-hop tónleikara. Jannick fekk samband við Thor við tí ætlan, at fáa hann við til tiltakið á Norður Bryggjuni. Her samlaðust danskir, grønlenskir og føroyskir tónleikarar innan Hip-hop til eitt vikuskiftið við konsertum.
– Eg møtti nógvum fólkum innan tónleikavinnuna, og tað er sera týdningarmikið, tá ið eg eri í eini “It’s-a-who-you-know-business.”
Framførslan gekk væl, og fólkum dámdu væl tónleikin. Bæði donsku og útlendsku ‘gangsta’ rapparnir søgdu, at teimum dámdu væl meira popputa Hip-pop tónleikin, ið Thor ger.
-Eg framleiði sjálvur Hip-pop og eitt slag av chill-out/acustic tónleik, men sum John Coltrane segði: “There’s only two kinds of music; good music and bad music,” sigur Thor og flennur.
Undurbarnið helt túrin vera verdan at fara í sær sjálvum og helst at hoyra evnaríku tónleikarnir, ið vóru til staðar. Hann slapp at framføra sítt nýggja tilfar og hoyra reaktiónina frá lurtarunum. Eisini nýtti hann høvið at vitja pápa sín í Berlin.
Beint nú er steðgur í framleiðsluni av nýggjum løgum. Thor heldur tað vera ringt at steðga, men roynir at leggja størri dent á onnur ting í løtuni enn at gera nýtt tilfar.
Spurdur hvørjar ætlanir hann hevur í framtíðini, flennur hann og svarar:
- Burtur frá tí, at eg ætli mær uttanlands at lesa, havi eg í ætlan at gera reint í íbúðini, og annars gjalda lánið liðugt, endar Thor Simonsen samrøðuna.
Thor hevur tvær heimasíður, har til ber at síggja myndir, sjónbandaløg og lurta eftir tónleiki, Thor sjálvur hevur framleitt. www.thorsimonsen.com & www.myspace.com/tsimonsen.