Gjørt film um happing

Í evnisvikuni, sum byrjaði mánadagin í Eysturskúlanum, hevur ein bólkur valt happing sum evni, og í tí sambandinum hava tey trý, Laila Neshamar, Carolina Hansen og Marius Ihlen Gardshodn, gjørt ein film um evnið.

- Vit merkja ikki tað stóra til happing í okkara egna gerandisdegi, men tað hoyrist javnan um happing aðrastaðni, ikki minst í Danmark, siga tey trý um orsøkina til, at tey hava valt júst hetta evnið.

Filmurin er upptikin av Marius Ihlen Gardshodn, og lýsir happing frá heilt smáum og upp til eina gentu í 8. flokki í Eysturskúlanum.

- Tað eru systrarnar hjá Carolinu, sum spæla ungu genturnar, meðan Carolina spælir happaða teenagaran í 8. flokki. Og so er eisini eitt brot til endans við mammu Carolinu, so tað er líkasum reyði tráðurin í filminum sum skal vísa, hvussu happing ávirkar heilt fá ungum til tilkomin, sigur Laila Neshamar.

Filmurin er 4.20 minuttir langur, og rættiliga væl úr hondum greiddur. Hann hevur fingið heitið, »Hví happa«. Tey siga, at tey hava fingið loyvi frá øllum, sum eru við í filminum ótilætlað, at brúka myndirnar.

- Vit hava fingið Sveisingarhandilin at sponsorera okkum hvør sínar buksur, meðan Intersport hevur sponsorerað prentið, »Hví happa«, á buksurnar, siga tey trý.

Tey ætla sær at ganga í buksunum fyri at varpa ljós á happingina.

Til ber at síggja filmin við at trýsta niðanfyri