Ógjørligt?

LANDSSTÝRISMAÐURIN í Vinnumálum sigur, at tað er ógjørligt at bora undirsjóvartunnilin undir Vestmannasund uttan partafelag. Ein kann undrast á, hvussu tunnlar eru gjørdir fyrr í Føroyum. Tað ber illa til, at ein landsstýrismaður stendur og sigur fyri Føroya fólki, at um tunnilin ikki verður gjørdur eftir hansara høvdi, so verður als eingin tunnil gjørdur. Um Løgtingið samtykkir, at Landsverkfrøðingurin skal standa fyri arbeiðnum, so hevur Finnbogi Arge bert tvey í at velja: antin letur hann Landsverkfrøðingin gera arbeiðið, soleiðis sum Tingið hevur álagt honum og gloymir alt um P/F Vágatunnilin, ella noyðist hann at takka fyri seg.

ÚTSØGNIRNAR frá Finnboga Arge eru júst tað, ið vit fyrr hava ávarað ímóti. Hann roynir at fyrigykla fólki, at tað at niðurstemma anleggslógina er tað sama sum at atkvøða ímóti undirsjóvartunnilinum. Tað er sjálvsagt ikki so, eftirsum tingið prinsipielt kann avtaka eitthvørt íløguloft og lata Landsverkfrøðinginum uppgávuna. Spurningurin er, um trupul-leikin ikki er ein heilt annar. FA hevur longu nú latið P/F Vágatunnilin gjørt nakað av arbeiði samstundis sum hann hevur avhøvdað stovnin, ið av røttum skuldi staðið fyri arbeiðnum. Tað hevði verið ikki sørt pínligt, um Finnbogi Arge nú fekk álagt av tinginum at upploysa P/F Vágatunnilin og geva Landsverkfrøðinginum tað, ið av røttum alla tíðina átti at verið teirra projekt. Ein landstýrismaður og umsiting hansara eiga at fylgja tingsins vilja, hóast hesin vilji viðhvørt kann ganga ímóti ideologiskum hugsanum ella tvangstankum. Nú vita vit sjálvsagt, at umsitingin er ópolitisk og tí ikki tvíheldur um eitt nú partafelagsformin, um tingsins vilji er øðrvísi. Umsitingin eigur at kunna arbeiða líka væl og professionelt óansæð hvat politiska rákið er. Letur ting-ið Landsverkfrøðingin standa fyri arbeiðnum, so hevur borgarin framvegis alment innlit, meðan hetta ikki er støðan viðvíkjandi einum almennum partafelag. Tað hevði verið eitt sindur løgið, um størsta almenna føroyska anlegsarbeiðið seinastu nógvu árini ikki verður skipað soleiðis, at borgarin, ið hóast alt skal rinda, fær høvi at fáa alment innlit í projektið.


FORKLÁRINGSTRUPULLEIKIN hjá Finnboga Arge viðvíkjandi sínum dispositionum mótvegis Landsverkfrøðinginum verður sjálvsagt ógvuliga stórur, um anlegslógin hjá honum fellir. Vónandi gloyma tinglimir ikki, at ein skipaður almennur infrastrukturur hóast alt er meira týdningarmikil enn ein fyribyrging av einari pínligari støðu fyri Finnboga Arge. Formaðurin í Vinnunevndini hevur ivaleyst rætt, tá hann sigur, at ein atkvøða fyri anlegslógini hjá Finnboga Arge er tað sama sum ein blástempling av framferð Vinnumálastýrisins mótvegis Landsverkfrøðinginum.