Gjørdust ikki nógv klókari

Hósdagin møttu umboð fyri eini 32 fakfeløg úti í Tinganesi á fundi við Høgna Hoydal. Tey vildu gera vart við sína støðu viðvíkjandi arbeiðssteðginum hjá Føroya Lærarafelag og tey gjørdy m.a. greitt, at tey sita ikki og eygleiða á síðulinjuni leingi afturat

Vegna sonevnda 7 mannabólkin handaði Joan Ziskason hósdagin Høgna Hoydal skriv.

Tað var ein langur riðil av fakfelagsformonnum og umboðum, ið vildi hitta varaløgmann á máli, nú Føroya Lærarafelag hevur verið í arbeiðssteðgi síðani 8. mars 2000.

Í skrivinum til Høgna Hoydal, ið nú umsitur skúlamál, siga feløgini - umboðað av 7 mannabólkinum - at tey krevja, at landsstýrismaðurin tekur stig, so ein loysn fæst á málinum og samráðingar millum Lærarafelagið og Fíggjarmálastýrið byrja aftur. Kravt verður, at landsstýrismaðurin aktivt fer inn og finnur eina loysn á trætuni.

7 mannabólkurin ger vart við í skrivinum, at landsstýrismaðurin hevur ábyrgdina av, at øll børn ganga í skúla. Nýggja fólkaskúlalógin áleggur lærarum ein part av uppalingini av børnunum, men sum støðan er í dag, mala børnini fyri vág og vind og kann hetta fáa álvarsligar fylgir, verður sagt.

Í skrivinum verður átala, at nýggj lóg er samtykt, sum viðførur meirútreiðslur og at hetta átti at verið mál millum Fíggarmálastýrið og Undirvísingar- og Mentamálastýrið, men er nú endað í sáttmálasamráðingunum við Føroya Lærarafelag.

Fakfeløgini minna á útsenda yvirlýsing og siga, at tey kenna sína vitjanartíð og ætla ikki at sita sum eygleiðarar á síðulinjuni leingi afturat.


Ikki nógv klókari

Joan Ziskason, forkvinna í Sjúkrasystrafelagnum og umboð í 7 mannabólkinum, sigur, at tey á fundinum løgdu síni sjónarmið fram og handaðu Høgna Hoydal skrivið.

Feløgini fingu tó ikki so nógv at vita frá Høgna Hoydal.

Joan Ziskason sigur, at hann minti á, at Føroya Lærarafelag skal samráðast við Fíggjarmálastýrið um lønir og síðani skal restin fyri Undirvísngar- og Mentamálastýrið.

Joan Ziskason minnir á, at Lærarafelagið hevur sagt, at har er tey tí áskoðan, at fáa tey ikki bøtt viðurskiftini nú, so verður tað ikki.

Joan Ziskason metir ikki, at fakfelagsumboðini gjørdust so nógv klókari úti í Tinganesi. Heldur var talan um sama orðavavstur, sum á politiska pallinum.

Joan Ziskason vil ikki siga nakað ítøkiligt, hvørt feløgini hugsa um stuðulstiltøk, men vísir til skrivið til Høgna Hoydal, ið hon metir ikki krevur tær stóru tulkingarnar.