Gjørdu tríggjar góðar makreltúrar

Tað verða 22 ár í summar, síðan sandoyingar keyptu Eysturbúgvan, og øll árini hevur raksturin givið avlop.

Tað verða 22 ár í summar, síðan sandoyingar keyptu Eysturbúgvan, og øll árini hevur raksturin givið avlop. Reiðari er Bjarki Magnussen í Húsavík og sandingurin, Jóan Petur í Soylu, er skipari. Teir eru tveir, sum skiftast um at føra Eysturbúgvan, og hin skiparin er Jákup Andreas Thomsen.

 

Skipið stendur í løtuni á bedingini hjá Skipasmiðjuni Mest í Havn, har køliskipanin til tangarnar verður skift. Skipanin var vorðin gomul, slitin og ótíðarhóskandi. Sambært ætlanini verður arbeiðið umborð á Eysturbúgvanum liðugt 1. apríl, tá gulllaksavertíðin byrjar.

 

Eysturbúgvin hevur verið á upsaveiði, síðan gulllaksakvotan var uppfiskað í fjør heyst, men fiskiskapurin eftir upsa hevur ikki roynst nakað serligur, og várið hevur heldur ikki verið nakað at reypa av. Men, skiparin, Jóan Petur í Soylu, letur ikki illa at kortini.

 

- Saman við Vesturbúgvanum, sum vit partrola saman við, gjørdu vit tríggjar góðar túrar á makrelveiði í ES-sjógvi í januar í ár. Vit vóru hepnir við veðrinum, og tað tók umleið eina nátt at fiska upp í bæði skipini hvørja ferð. Allur fiskurin varð landaður til matna í Føroyum, sigur Jóan Petur í Soylu, skipari.