– Gjørdu tað vit skuldu

Tróndur Vatnhamar átti sín stóra leiklut í, at HB fekk trý stig í gjár.

– Høvdu teir skotið onkra aðrastaðni, so hevði hann møguliga sitið. Onkuntíð rakar man dagin og onkuntíð ikki, segði hann eftir dystin og sipaði hann helst til, at hann hevði ein góðan dag, men tað ikki gekk eftir vild hjá EB/Streymi. – Og so hava teir eisini keypt vánaligt inn, legði hann aftrat við einum skeivum smíli. Spurdur um sigurin var uppiborin, svarar Tróndur: Tað kann kanska diskuterast, men vit gera tað vit skulu. Bæði liðini høvdu helst farið glað av vøllinum, um tey fingu eitt stig í part, men vit drógu longra stráðið. So uppiborið ella ikki, vit fingu trý stig.