Síðan 3. oktober hava partrolararnir, Eysturbúgvin og Vesturbúgvin, staðið á bedingini hjá skipasmiðjuni Mest í Havn og nú verður roknað við, at skipini verða liðug um eina viku ella so. Vesturbúgvin er til klassingar, og harumframt skal ymiskt viðlíkahald gerast.
Eysturbúgvin hevur eisini fingið ymiskt viðlíkahald, og eitt nú skuldu onkrar plátur skiftast, sum trolreiðskapurin hevur slitið.
Skipini hava bæði verið á gulllaksi í vertíðini, og tað hevur gingið væl. Teir hava fiskað stívliga 5.000 tons av eini samlaðari gulllaksakvotu á 13.000 tons. Gulllaksakvotan er felagskvota, og tað eru tilsamans seks partrolarar, sum hava gulllaksaloyvi.
Øll gulllaksaveiðan, sum Eysturbúgvin og Vesturbúgvin hava fingið í ár, er landað á Toftum.
Tá skipini eru liðug á skipasmiðjuni Mest, og tá klárt verður at loysa, verður farið at fiska upsa. Bæði skipini eru leys av øllum bondum og landa upsan, har prísurin er bestur. At tey leysu upsaskipini fáa meira burtur úr fyri hvørt kilo enn skipini, sum eru knýtt at fiskavirki, vísti ein neyv frágreiðing herfyri.
Onkran túr á seinastu upsavertíð fingu Eysturbúgvin og Vesturbúgvin heilt upp í 13 krónur fyri kilo fyri upsa, og tað er rættiliga góður prísur. Men, tað er bara ov lítið at fáa av upsa, og menn vóna, at fiskiskapurin fer at batna so hvørt, sum veturin nærkast.










