Ein, sum var við á fyrsta túrinum, var Leonard Cheyne og konan. Tey ferðaðust ikki í arbeiðsørindum, men vóru bara farin ein túr, nú tey fingu møguleikan at ferðast beinleiðis til London úr Hetlandi. Vit hava longi ætla okkum til London, men hava ikki tíma at flogið umvegis Aberdeen. Men brádliga fingu vit møguleikan at flúgva beinleiðis til London, so vit gjørdu vit skjótt av at bíleggja ferðaseðil, fortelur Leonard Cheyne, sum fór ein vikuskiftistúr til London fríggjadagin saman við konuni.