Gjørdu mótstøðu ímóti Kristinu Háfoss

Tað var týðiligt, at tað varð ikki væl dámt, sigur hon

Kristina Háfoss hevur fingið mótstøðu í almennu fyrisitingini, nú hon hevur arbeitt við at fáa eitt uppskot um eina varskógvaraskipan fyri Løgtingið. 

 

Talan er um eina skipan, sum gevur almennum starvsfólkum, sum fáa illgruna um eitthvørt óregluligt virksemi, ella beinleiðis ólógligt, møguleika at boða frá tí, men at verða dulnevnd. 

 

Hetta er eitt mál, Kristina Háfoss hevur arbeitt við leingi, eisini áðrenn hon varð landsstýriskvinna. Men nú Løgtingið viðgjørdi málið, viðgekk hon eisini, at tað hevur ikki verið lætt at fáa tað fram. Hon sigur nevniliga, at tað var týðiligt, at hetta varð ikki væl móttikið høgt uppi í skipanini.

 

Tinglimir vistu eisini at siga, at fakfelagsformenn hava ikki verið so heitur fyri eini slíkari skipan, og teir høvdu illgruna um, at orsøkin var, at teir stúrdu fyri, at onkur av teirra limum kundu koma í klemmu.

 

Men nú er uppskotið lagt fyri Løgtingi, men í hesum sambandi spurdi Ingolf S. Olsen, tinglimur fyri Tjóðveldi, hví tað bara er sjálv tann almenna fyrisitingin, sum er umfatað av hesi varskógvaraskipanini. Hann saknaði nevniliga, at kommurnar eisini eru við, og tað gjørdi Helena Dam á Neystabø, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin, eisini. 

 

Hinvegin ásannar Ingolf S. Olsen samstundis, at hjá smáu kommunum kann tað verða ein trupulleiki, tí har eru starvsfólkini so fá, at tað er ómøguligt at vera dulnevndur.

 

Kristina Háfoss heldur, at tað er sjálvsagt, at at kommunur eru við, serliga nú tær hava fingið so umfatandi málsøki at umsita. Men hon hevur fingið at vita, at tað letur seg ikki gera uttan at broyta kommunulógina. Síðani hevur hon kortini aftur fingið at vita, at tað er ikki vist, at tað er so. 

 

Og nú fer hon at kanna um kommunurnar ikki eisini kunnu verða fevndar av varskógvaraskipanini, uttan at noyðast undir at broyta kommunulógina. Hon hugsar sær eina skipan, har sjálvbodna skipan, har kommunur kunnu melda seg til at verða umfatað av varskógvaraskipanini, men vildu kommunur ikki vera við, skuldi tær sleppa at taka avgerð um tað.

 

Hon vísir á, at almenn partafeløg eru ikki fevnd av almennu fyrisitingarlógini og tí eru tey heldur ikki fevnd av lógini um varskógving. Men eisini tað er ein spurningur, hon ætlar sær at taka upp við tí endamálið at varskógvaraskipanin eisini skal vera galdandi fyri tey almennu partafeløgini.