Árni Dam, sum í mong ár var umboðsmaður í Føroyum hjá russiskum reiðaríum, sendir niðurlagda Færøernes Kommando eina tøkk fyri gott arbeiði í Føroyum.
Tá ið Árni Dam byrjaði sum umboðsmaður hjá Skipafelagnum, var eingin føroysk bjargingartyrla, men danska verjuskipið hevði tyrlu.
Hann minnist eina ferð, hann fekk boð um, at russiskur maður hevði fingið stóran skaða umborð á einum trolara. Hann hevði fingið eitt trol oman yvir seg, og hol var á búkinum.
Verjuskipið lá á molanum í Havn.
Tveir minuttir eftir, at Árni Dam ringdi til Færøernes Kommando, ýldu skipið sum boð um fráferð fyri at fáa manningina at skunda sær umborð.
Skipið legði so skjótt frá landi, at allir ikki náddu at koma umborð.
Verjuskipið sigldi so langt út, at tyrlan við lækna kundi fara eftir manninum og vendi síðan inn aftur.
Tyrlan hevði so mikið av brennievni, at hon kláraði at flúgva til Klaksvíkar og síðan til Havnar.
Árni Dam minnist, at tað var svart í toku í Havn, og at tyrlan hekk yvir Nólsoynni eina løtu, áðrenn hon fekk lent. Hetta var um náttina.
Maðurin yvirlivdi.
- Tað var eitt satt bragd. Men ikki fyri tað, føroyingar hava sjálvir síðan gjørt stór bragd. Eg vil bara fegin senda teimum eina tøkk, og eg vóni, at samstarvið við Arktisk Kommando verður líka gott, sigur Árni Dam.










