Hondbóltur ? menn
VÍF komu ósigraðir inn til Runavíkar, og í so máta var støðan hin sama, tá teir seinni sunnudagin løgdu leiðina heim aftur til Vestmanna.
Skræddu í seinna
Tað var annars væntandi, at Tjaldur kundi geva VÍF góða mótstøðu, og fyrra hálvleik av dystinum var heldur ikki so nógv, sum bendi á, at talan skuldi gerast um nakran tryggan sigur til heimaliðið.
Tvørtur ímóti gekk tað sera javnt á hesa løtuna. VÍF fekk ta betru byrjanina, men Tjaldur slepti tó ongan tíð takinum, og seinna korterið fóru teir veruliga at gera um seg.
Samstundis steðgaði VÍF meira ella minni á, og frá at vera fimm mál aftanfyri, vann Tjaldur seg upp á javnt.
Í seinna hálvleiki var tað tó skjótt, at VÍF fekk alt í rættlag aftur. Við fullari ferð søktu teir á heimaliðið, og tá Tjaldur so eisini fekk nakrar útvísingar at stríðast við, kom veruligt glopp ímillum liðini á máltalvuni.
Hesin fjórðingurin av dystinum avgjørdi mest sum tað heila, og seinasta korterið ella so kundi VÍF taka sær av løttum, tá vertirnir høvdu slept allari vón um at fáa nakað burtur úr dystinum.
Líta frameftir
Fyri bæði liðini var annars talan um seinastu upphitingina, áðrenn tey komandi vikuskifti skulu spæla sera týdningarmiklar dystir í Vestmanna, tó at hesir hava ávirkan í hvør sínum enda av stigatalvuni.
Tá fer Tjaldur nevnliga á vitjan hja KÍF, og fyrst og fremst fer hesin dysturin at snúgva seg um, hvør parturin kann leggja størri fjarstøðu til Kyndil í botnstríðnum.
VÍF fer at fáa vitjan av Neistanum, og her verður talan um veruligan oddadyst. Enn hevur hvørgin parturin tapt í ár, men helst vilja vestmenningarnir syrgja fyri, at teir vera einsamallir um hendan leiklutin eftir dystin.
Dysturin í tølum
Tjaldur-VÍF 23-31 (15-15)
Málskjúttar:
TJaldur: Dragisa Stojovic 8, Sverri Justinussen 7, Svein í Heiðunum 4, Zoran Sarcevic 2(1), Ken Bærendsen 1, Jens Martin Knudsen 1
VÍF: Áki Olsen 8(1), Sámal Joensen 7(1), Agnar Joensen 4, Ingi Olsen 4, Rógvi Nielsen 4, Johnny Joensen 3, Ragnar Zachariasen 1
Brotskøst: Tjaldur 2, VÍF 3
Útvísingar: TJaldur 4, VÍF 2
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum










