Persónslýsing
Eivind Jacobsen tekur á nýggjárinum við sum bygdarráðsformaður í Sørvági. Og tað er ein einmælt avgerð í bygdarráðnum, at hann skal verða formaður komandi fýra árini.
Men ikki er tað heilt ókent fyri honum heldur, arbeiðið í bygdarráðum. Hann hevur sitið í bygdarráðnum i Sørvági síðan 1992. Fyrst fýra ár sum næstformaður, síðan sum vanligur limur, og nú hann er valdur triðju ferð, verður hann formaður.
Hann er 43 ára gamal, hesin erka sambandsmaðurin, sum sigur seg vera sørving burturav, ið føddur er í Skopun. Og hann gjørdist sambandsmaður í barnaføðingardøgunum í familjuni, har onkur var, sum altíð vartaði upp við politiskum hugsanum.
-Tá vóru tvey ting at velja ímillum, sigur Eivind. At fara aktivt upp í politiskt arbeiði ella púra at fáa vaml. Sálvur valdi hann tað fyrra, og hevur higartil hildið seg til kommunalpolitikkin.
Hann hevur verið formaður í Vága Sambandsfelag og sigur seg vera ein av teimum sambandsmonnunum, sum ganga inn fyri víðfevnandi broytingum á ríkisrættarliga økinum.
Hann er maskinsmiðurog arbeiðir sum sløkkiliðs- og arbeiðsleiðari á flogvøllinum.
Tað er leygardagur seinnapart. Tað skýmir, og perur og annað jólapynt skyggir í hvørjum vindeyga í Sørvági, tá vit koyra oman gjøgnum bygdina fram við kommunuskrivstovuni, sum nú er prýdd við búmerki á galvinum. Snara til vinstru og niðan brekkuna, har konan Asta tekur ímóti, tá bankað verður uppá.
Asta, sum eisini er úr Sørvági, arbeiðir í bankanum, og tey eiga trý børn. Yngsti sonurin, sum er inni, nú Sosialurin vitjar, heldur kortini, at tað skuldi verið flokslærarin, sum eisini er bygdarráðslimur, ið gjørdist formaður heldur enn pápin. Tí so høvdu tey helst fingið fleiri frítímar úr skúlanum.
Tung skuldarbyrða
Sørvágur var ein av teimum hygdunum, sum varð hart rakt av kreppuni í nítiárunum. Skuldin var rættiliga stór, og av tí sama er alt ov lítið gjørt seinnu árini, annað enn at gjalda skuld niður.
Men tað hevur Sørvágs Kommuna so gjørt afturfyri. í 1992 var skuldin 40 milliónir, og er í dag komin niður á 15 milliónir. Men so er so mangt annað, sum átti at verið gjørt, sum hevur ligið og bíðað. Og hóast tað sær betri út nú, kann ikki væntast, at tað hendir so øgiliga nógv beinanveg kortini. Tí íløgujáttanin hjá Sørvágs Kommunu er bara 3,4 milliónir.
Annars er Sørvágs Kommuna sera tung at reka, sigur Eivind Jacobsen. Bygdin er soleiðis háttað, at bara komunalu vegirnir eru heilar 10 kilometrar til longdar. Havn er sum skal haldast, og skúli er eisini, sum Sørvágs Kommuna skal reka einsamøll.
Hann nevnir grannarnar, Miðvág og Sandavág, sum samstarva um bæði havn og skúla. Og tað sigur seg sjálvt, at tað er lættari.
Ein stórur partur av kommunuskuldini í Sørvági stavar frá nýggja skúlanum, sum bygdur varð í áttatiárunum. Og samstundis sum alt annað leyp undan, misti Sørvágs Havn eisini ein stóran part av sínum inntøkum, tá farmaskipini góvust at sigla til Sørvágs. Avgreiðslurnar vóru niðurlagdar, og allar avskipingar fóru um Tórshavnar Havn, hagar fiskurin, sum útflutur verður, varð fluttur við bili.
-Tað er greitt, at slíkt merkist, sigur Eivind Jacobsen, nýggjur bygdarráðsformaður í Sørvági.
Átroðkandi mál
Onkur rættiliga átróðkandi mál eru, sum nýggja bygdarráðið eigur at fáa avgreidd, sigur Eivind Jacobsen.
Eitt er at fáa landsvegin gjøgnum Sørvág til Bíggjar gjørdan. Og eitt annað er at fáa gjørt ídnaðarøki klárt til at taka í móti eini komandi oljuvinnu.
Í hesum seinna førinum hugsar hann um at gera iett ídnaðarøki oman fyri flogvøllin, við gráa eingilskmannahúsið.
Her verður tó neyvan nøkur byggibúgving gjørd beinanveg. Heldur verður bíðað eftir, hvar ein møgulig olju- ella útgerðarhavn verður løgd. Men økið liggur væl fyri beint við flogvøllin, og eingin ivi er um, heldur nýggi bygdarráðsformaðurin í Sørvági, at flogvøllurin fer at spæla ein týðandi lut í eini komandi oljuvinnu.
Her eigur at fáast eitt neyvari samstarv millum kommunurnar í Vágum, heldur Eivind Jacobsen.
Hitt stóra málið, sum má fáast frá hondini sum skjótast, er nýggi bíggjarvegurin.
Samtykt er, hvussu hann skal liggja, og so er bara at koma í gongd, heldur bygdarráðsformaðurin.
Vegurin skal gerast av nýggjum oman gjøgnum bygdina, oman móti sandinum. Har fer hann at sneiða út við landinum, til hann verður bundin í verandi veg til Bíggjar.
Nakrir fyrispurningar um grundstykki í Sørvági eru eisini. Og tað er eingin trupulleiki, sigur Eivind Jacobsen. Grundstykki eru til. Bæði kommunal og privat. Hann væntar tó ikki, at tað verður nøkur bíðirøð sum so, tá undirsjóvartunnilin verður liðugur. Men eina javna tilgongd væntar hann. Og fólk , sum ætla at seta búgv í Sørvági,noyðast at byggja, tí so at siga eingi hús standa tóm í bygdini.
Men barnaansing hevur Sørvágur ongar trupulleikar av. Bygdin fekk barnagarð í teimum ringastu tíðunum i nítiárunum, og tørvurin er nøktaður sum er.
Av arbeiðsplássum í Sørvági eru tað tey vanligu í fiskivinnuni umframt tey, sum eru á flogvøllinum.
Hóast flogvøllurin hvørki er kommunal- ella landsuppgáva, men danskur burturav, hevur tað sjálvandi størsta áhuga fyri sørvingar, hvat hendir har uppi.
Og Eivind Jacobsen harmast um, at tað dregur út við útbyggingum, sum hann metir vera dotna niður í millum føroyskar og danskar myndugleikar í fullveldismálinum.
Væntar meira samstarv
-Lokalpatriotisman er við at fara, metir Eivind Jacobsen, nýggjur bygdarráðsformaður í Sørvági. Hann væntar eina kommunusmanlegging nakað skjótt. Tað er bara ein spurningur um tíð, metir hann. Tá Løgtingið hevur sett sær tað sum mál, man lítið vera at ivast í, at so verður, heldur hann.
Hann ætlar ikki, at tað skulu verða tær stóru broytingarnar við persóninum Eivindi Jacobsen, hóast hann nú er vorðin bygarráðsformaður.
Hann fer framvegis at røkta Suðurtriðing og hava bátin, sum hann hevur saman við beiggjanum, liggjandi í bátahylinum.
-Men eitt vænti eg, leggur konan, Asta skemtandi uppí. Nú báðir røktingarmenninir eru vorðnir ávikavist formaður og næstformaður í bygdarráðnum, verður lovaða vetrarfriðingin av bygdini gjøgnumførd heilt skjótt.
Eivind leggur seg aftur á í stólinum yvir av mær. Leggur samanløgdu hendurnar undir nakkan, smílist hinumegin kaffikannuna og sigur einki.
-Tað fáa vit at síggja, tekur hann so aftur í aftur eina løtu seinni. Men ítróttinum ætlar hann iki at sleppa.
Serliga er tað fótbólturin, sum stendur nær. Eivind hevur verið nevndarlimur í SI. Eitt nú í tíðarskeiðnum, tá nýggja húsið við fótbóltsvøllin varð bygt. SÍ luttekur bara í yngru deildunum, so tá talan er um vaksnamannadeildirnar, er tað FS Vágar, tosað verður um.
Og so plaga tey at fara Upp á tá. Tað ganga tey høgt uppí heima hjá nýggja borgarstjóranum í Sørvági.