Gjørdist pápi og bygdaráðslimur sama dag

Talan hevur uttan ivi verið um ein spennandi dag hjá flest øllum, ið hava stillað til býráðs- og bygdaráðsvalini í dag, men fá munnu hava havt ein eins hendingaríkan dag sum kvívíkingurin Ragnar Isaksen.


Valdagurin byrjaði nevniliga á føðideildini í Landssjúkrahúsinum, har kona hansara átti ein son í morgun, og ikki meira enn heimkomin til Kvívíkar í kvøld bórust tíðindini, at hann er nývaldur í bygdaráðið sum nummar tvey á listanum við 48 atkvøðum.


- Eg stillaði bilin uttanfyri valhølini og var ikki meira enn útkomin, tá fólk komu rennandi og ynsktu mær tillukku. Eg helt tað var fyri sonin og takkaði fyri, men tey søgdu mær, at tað var valúrslitið. At eg var vorðin nummar tvey, greiðir Ragnar Isaksen frá.


At verða nývaldur í bygdaráðið megnar ikki at kappast við gleðina yvir at gerast pápi fyri aðru ferð.


- Tað er stórt at gerast bygdaráðslimur, men tað yvirrular ikki gleðina at gerast pápi. Tað er synd yvirfyri bygdaráðsvalinum, at tað ikki fær meg ordiliga upp at koyra. Men tað er fantastiskt, tá man hevur sett sær hetta sum mál, at koma syngjandi inn, sigur ein fegin nýklaktur pápi og bygdaráðslimur.


Flestar atkvøður í Kvívík fekk Heri Müller, ið fekk 90 atkvøður, síðan kom Ragnar Isaksen við 48 atkvøðum, Jóhanna Vang við 40 atkvøðum, Petra J Iversen við 37 atkvøðum, Vivi Davidsen við 24 atkvøðum, Hans Martin Andreassen við 23 atkvøðum og Óli Hans Fróði Olsen við 23 atkvøðum.