Gjørdist dýrt hjá VÍF at missa Julian

(Frá Rás2) Áki Egilsnes harmast um, at tað ikki var nóg nógv skil í tí, sum VÍF gjørdi í dag

At VÍF mátti spæla næstan ein heilan dyst uttan spælfordeilaran, Julian Olsen gjørdist teimum dýrt. Tað er stórskjúttin hjá VÍF, Áki Egilsnes ikki í iva um aftaná 21-26 og samlaða 0-2 tapið í FM-finalunum ímóti H71.

 

Áki Egilsnes staðfestir, at tað heldur ikki var nóg gott skil í tí, sum VÍF gjørdi á vøllinum. 

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Hilmar Jan Hansen gjørdi við Áka Egilsnes aftaná seinnu FM-finaluna millum H71 og VÍF í Hoyvíkshøllini.