Tað var ein heilt serstøk vika hjá handlunum í Klaksvík, tá Norðoyatunnilin lat upp seinast í apríl mánaði í ár.
Samstundis við at tað var koyrandi undir Leirvíksfjørð, var ókeypis at koyra landið runt. Og í hesum sambandi nýttu nógv høvið at fara ein ókeypis túr til Klaksvíkar.
Summi fóru fyri at hyggja seg um og koyra á støð, har tey ikki høvdu verið áður. Men handilsfólk í býnum gjørdu seg til hesa innrásina, og fingu sanniliga eisini gagn av hesum.
Nógv fólk úr Norðoyggjum var at síggja í handlunum hesar dagarnar. Hinvegin vóru sera, sera nógv fólk úr øðrum pørtum av landinum til handils í Klaksvík. Og henda positiva gongdin hevur hildið á, tí handlarnir hava enn nógv at gera.
- Sølan er sjálvandi ikki hin sama sum hesa vikuna. Men hon er í øllum førum meiri enn frammanundan upplatingini av tunlinum, staðfestir Bjørghild Magnusson.
Í Klaksvíkar Handilsfelagi eru 56 limir. Her er talan bæði um handlar, matstovur og onnur virki.
Meiri peningur
Handilsfólk í Klaksvík síggja tó ein vansa við tunlinum: Gjaldið fyri at koyra til Klaksvíkar.
Fyri tey hevði tað verið best um einki gjald var, tí tað heldur fólki aftur í at koma higar at keypa. Hinvegin so síggja tey ofta, at fleiri sláa seg saman og fara í einum bili.
- Vit vita ikki altíð, hvagani tey eru. Men tey koma innar fyri at hyggja seg um, líkasum fyri at vita, hvat úrval vit hava og eisini fyri at læra handlarnar her at kenna.
- Og tað er meiri enn so komið fyri, at tey hava ringt aftur og bílagt onkra vøru, sum tey sóu, meðan tey vitjaðu her, sigur formaðurin í Handilsfelagnum.
Tey eru eisini vitandi um norðoyingar sum eru farnir aðrastaðni at vitja handlar. Tað vísir seg ofta, at tá tey koma norður um aftur, so siga tey bara: “Tað er gott at vera her. Í Klaksvík er eisini nógv at fáa!”
- Fólk hevur meiri pening um hendi nú. Og tað merkja vit tíbetur eisini, sigur Bjørghild.
Spenna seg út fríggjakvøldið
Nú jólamánaðurin byrjar í annaðkvøld, fer Handilsfelagið í Klaksvík eisini at markera hetta.
Í fyrsta lagi verða handlarnir opnir til langt út á kvøldið, og verður hetta alt samantvinnað við fleiri onnur tiltøk gjøgnum allan dagin, bæði av handilsligum og mentanarligum slagi.
Kvøldið byrjar við at jólatræið verður tendrað. Síðani verður opið hús í KFUM&K, samstundis sum fólk hava høvið at vitja handlar og onnur støð í býnum til kl. 23.








