- Har var als ikki nógv gott at peika á. Bara málini gjørdi munin. Vit vunnu alt ov fáar bóltar, og B68-leikararnir vóru nógv grammari enn vit, segði Arnbjørn peikandi á, at serliga miðvøllurin ikki spældi væl.
22 ára gamli kollfirðingurin hevur í fleiri atløgum verið í landsliðshitanum, og eigur eisini nakrar landsdystir á baki. Hann hevur framvegis vónir um at bíta seg fastan á landsliðnum, og hattrikkið gjørdi neyvan vónirnar verri.
- Hattrikk skorar tú ikki hvønn dag. Men ein áleypari skal helst skjóta mál, og tað var tað eg gjørdi, segði ein heldur róligur Arnbjørn Hansen.