RUNAVÍK: Leygarkvøldið kl. 19:30 verður eitt tónleikabrak í Løkshøll. Konsertin verður ein tíðarferð í ljómleiki úr Glyvra Bio í Løkshøll.
- Nú, 70 ár eftir at John Lennon varð borin í heim, 40 ár eftir at The Beatles góvust og 30 ár eftir skotríðurnar í New York, er stundin komin til at taka saman um hesa hálvu øldina í nýggja stásiliga konserthúsinum í Runavík, sigur Mentanarhúsfelagið, ið skipar fyri tiltakinum.
Tað er ikki rusk sum mannar ljóðførini, sveiggjar plektarunum og syftir trummustokkunum í Runavík í góðar tveir tímar leygarkvøldið hin 23. oktober. Tað er hinvegin kremið av føroyskum tónleikarum og bólkum, sum veruliga fara at hita upp til stóru mentanarvikuna í býnum í viku 44, táið kenda altjóða ráðstevnan FaroeExpo eisini fer av lunni.
Luttakarar á konsertini eru hesi:
? Sámal Ravnsfjall, alkendur trubadourur úr Miðvági, syngur og spælir á guitara og munnhørpu.
? Niclas Johannesen, kendur glyvramaður og kona hansara Lena Anderssen syngja og spæla.
? Páll Jacobsen, á Sýnuni, fer í 10 minuttir at hugleiða um skamtalopið hesi árini við støði í turbolentu tíðini í Glyvra Bio.
? Kári Sverrisson, staðbundin kosmopolittur, fer við sínum ljómliði at spæla nakrar av sangunum hjá The Beatles og John Lennon frá seinru hálvu av 60-árunum og frá sjeytiárunum.
? Thunderbirds úr Vestmanna, gitnir sangarar og ljóðførisnillingar, sum tíðum spældu í Glyvra Bio í sekstiárunum, ein tann kendasti bólkurin í landinum nakrantíð, enda konsertina.
Atgongumerkini kunnu keypast á kunningarstovunum í Saltangará, Fuglafirði, Klaksvík, Tórshavn og á heimasíðuni hjá www.nlh.fo. Kostnaðurin er 200 krónur pr. stk.