Tað er mín greiða fatan, at ein gjógv er grógvin ímillum, tann vanliga borgaran og kommunumynduleikan Serliga er tað í “útkantinum” í komununi hetta merkist. Málið um at hava eina vælvirkandi og sameinda kommunu, er onki meira enn ein fiktivur veruleiki. Hetta tekur teppið undan øllum grundarlagi fyri einari væleydnaðari og vælrøktari kommunu. Tí meti eg hetta verða høvðusevni, ið komandi býráð má taka í størsta álvara.
Sum kollfirðingur og handilsmaður í bygdini, komi eg í samband við nógv av fólkinum her á plássinum hvønn dag. Somuleiðis liggur væl fyri, at hoyra hvat kollfirðingar siga um støðuna vit eru í. Tað ljóðari ikki, at vit eru ónøgd við aktivitetin hjá býráðnum. Hetta klagar so at siga ongin um. Men sagt verður ofta um: “teir elle tey í Havn”. Man kennir seg ikki sum ein part av komununi. Vit eru jú ein lítil partur av eini størri eind. Men sum ein kommuna, sum setningurin “saman standa vit sterkari” sipar til, skuldi ikki verði munur á at búð í útkantinum ella miðskeiðis í Tórshavn.
Trupuleikin er tí tann, at vit kundu ynskt okkum at verði ein meira luttakandi partur í teimum avgerðum ið viðkoma okkara økið. Avgerðir ið umfata Kollafjørð, Signabø og Oyrareingir. Ongin ivið er um, at býráðslimir gera sítt til, fyri at taka tær rættar avgerðir, men tað er so, at fólkini ið arbeiða við ella í hesum øki, ofta helst hevði kunna greitt býráðslimum frá hvussu tey síggja loysnirnar best. Tað er ikki ivi í mín sál um, at umsitingarliga og borgarliga hevði man bæði spart nógva tíð og óneyðugt kjak, fekk man eina loysn á hesum. Vit sóknast eftir einum betri samstarvið millum kommunu og borgara stutt sagt.
Tòrshavnar kommuna er ikki bert størsta kommuna í Føroyum, men eisini nógv tann størsta geografiskt. Hetta setur bæði umsiting og mynduleikum í kommununi stór, ómetaliga stór krøv. Undarligt er tí ikki at armarnir ikki røkka til útkantin. Tað er útfrá hesum eg meti mína uppgávu verða, komi eg inn í býráðið. Hetta vil eg arbeiða fyri, gerst eg partur av býráðnum.
Eg ætli at arbeiða fyri, at vit fáa fastar borgararfundir í kommununi.Tankin við tílíkum fundi er, at upplýsa býráð hvat borgarin ynskir, metir og viðmælur kommununi at arbeiða útfrá. Somuleiðis sum borgarin kennir seg sum ein týðandi part av tí sum hendir og rørir seg í nærumhvørvinum, soleiðis at her kann bygjast brúgv. Har skal verða ein fundaskrivari, ið ikki er tilknýttur at býráðnum beinleiðis. Hesin skal hava til uppgávu at niðurskriva fundarfrásøgn útfrá tí sum borgarin og býráðslimir tosa um. Sìðan tá býráðsfundur er, har avgerðirnar verða tiknar, fáa býráðslimirnir hesa ítøkjuligu fundarfrásøgn at meta útfrá, soleiðis at ongin ivi skal vera um, at innlitið er har, tá ið avgerðin skal taksat.
Ongin ivi er um, at tað er sera torført at sita á Vaglinum í Tórshavn og taka støðu til mál sum viðvíkja Hesti, Nólsoy, Kollafirði, Hoyvík, Argir og Kaldbak, innlitið væntar. Hvussu kunna vit vissa okkum og okkara kommunuleiðarum bestu karmarnar, fyri at fáa bestu avgerðina fram. Ì mínari verð er ongin ivi um, at hesir fundir skula haldast javnan á lokalu økjunum, og tá ið býráðið metir hetta vera neyðugt.
Hetta er uttan iva besta loysnin fyri báðar partar, kommunustýrislimurin sær seg meira kláran til, at taka røttu avgerðina og borgarin kennir seg hoyrdan.
Fyri at Tórshavnar kommuna framvegis skal koyra á framburðakós, so er hetta ein loysn uppá, hvussu vit fáa kommuna til at standa sterkari sum EIN KOMMUNA. Tí tað er tann verðuleikan vit hava, okkara uppgáva er tí at skapa hendan verðuleika, AT VIRKAÐ SUM EIN KOMMUNA.
Eg hugsi ikki bert um miðbýin í Tòrshavn, har sær ikki út til at væntað eldsálir á økjinum. Eg hugsi eisini um hvussu vit fáa kommununa á sameindað kós aftur. Hetta er spurningur um at vilja, eg vil, vil tú ? Avgerðin er tín, set tí tín X við Bergur Robert Dam Jensen á lista C týsdagin 13. November.
Gott Javnaðarval.