Gjógv veksur við 19 sethúsum

Fyri fáum árum síðan útstykkjaði Sunda kommuna 19 grundøki við Gjógv, har fólk kundu byggja sær smærri hús. Í dag eru øll grundøkini seld. Eini 10 hús eru mest sum komin upp - og tey flestu er annars komin væl áleiðis.

Hetta eru ikki summarhús, tí búgvast kann í teimum alt árið, men avmarkingar eru eitt nú í stødd og skapi. Byggiøkið hevur eisini sínar avmarkingar við, at bilar ikki kunnu standa inni á økinum, sum laðaður garður er rundan um.

Grundøkini eru 200 fermetrar hvørt, og húsini skulu verða í einari hædd og hava eina hægri reising við lofti. Húsini kunnu ikki vera meiri enn 60 fermetrar í vídd.

Sofus D. Johannesen, býráðslimur í Sunda kommunu, hevur verið við í bygdarráðsarbeiði heilt síðan 1989, tá hann fyrstu ferð varð valdur í Gjáar kommunu. Nú er hann so á øðrum skeiði býráðslimur í Sunda kommunu.

Hann sigur, at ymiskar ætlanir fyrilógu, tá farast skuldi undir at útstykkja fyri nevndu húsum, men alt talaði fyri, at nýggi býlingurin skuldi gerast ein partur av bygdini – og ikki liggja uttan fyri bygdina.

- Tí verða øll hesi húsini bygd á einum øki, sum liggur tætt upp at gomlu bygdini, sigur hann.

Sofus vísir á, at tað, sum liggur aftan fyri hesa ætlan, er at royna at skapa nakað, sum kann seta meiri lív í bygdina.

- Hóast hetta eru heilárshús, vænta vit tó ikki, at fólk koma at búgva her, men vit vænta, at tá fólk eru sinnað at gera eina slíka íløgu, merkir tað í minsta lagi, at tey ætla at brúka ein fittan part av síni frítíð her norðuri.

Hann vísir á, at áhugin fyri hesi bygging hevur verið stórur, og umframt tey 19 grundøkini, sum nú eru seld, standa eini 4-5 onnur, sum eisini vilja byggja sær slík hús við Gjógv, á bíðilista.

- Fleiri, sum hava valt at byggja, hava eitt hvørt tilknýti til bygdina, men tað eru eisini fleiri, sum einki tilknýti hava – og talan er um fólk úr meginpartinum av landinum, sigur Sofus Johannesen.

Myndirnar tók Jens Kristian Vang.