Gjógv og Langasandur reint vatn

Í hesum døgum verða vatnreinsiverk sett upp við Gjógv og á Langasandi Tað er fyritøkan Nomatek, ið letur tey sum lidnar eindir, sum verða settar upp í bingjum. Hesar bingjur verða seinni klæddar og fáa eina lítla reising omaná, so tær fáa eitt snøgt húsaskap, skrivar Sunda kommuna á sínari heimasíðu.

Reinsiverkini eru ríkliga stór til verandi nýtslu, og kunnu byggjast út eftir tørvi.

Við hesum reinsiverkum eru ætlanirnar, at reinsað vatn skal renna úr øllum kranum í kommununi, komnar heilt langt ávegis. Nú resta bert bygdirnar Saksun og Tjørnuvík í, til komið er á mál. Væntað verður, at hesin parturin verður gjørdur í komandi ári, sigur kommunan.