Aftaná at hava vunnið bronsu í landskappingini, silvur í steypakappingini, og haraftrat heiðurin, sum ársins venjari í kvinnudeildini hevur Birnir Haukson, sum er ættaður úr Horn á Hornafirðinum í Ìslandi alla grund til at fegnast. Men tað var ógvuliga knappliga, at Birnir, sum býr á Strondum, var biðin um at hava høvuðsábyrgdina av besta kvinnuliðnum hjá Skála. – Eg skuldi út í barnagarðin eftir soninum hjá mær. Tá verið eg steðgaður av einari kvinnu sum arbeiðir í barnagarðinum, sum samstundis eisini er nevndarlimur í Skála Ìtróttarfelagi, og hon spurdi meg, um eg hevði hug at taka við uppgávuni, greiðir Birnir frá. Birnir fekk ikki drúgva umhugsunartíð. Talan gjørdist bert um eitt vikuskiftið, og nú meir enn hálvt ár seinni kunnu báðir partar fegnast um tað gjøgnumskundaðu loysnina, sum við tíðini gjørdist ein haldgóð og varandi loysn.
Óskrivað blað í Føroyum
Birnir var eitt óskrivað blað í føroyskum høpi, tá hann tók við sum venjari hjá Skála-kvinnunum. Birnir er tó ikki blankur, tá tað kemur til venjararoyndir í øðrum londum: - Eg havi verið venjari niðri í Danmark, men tað var mest hjá yngri dreingjaliðum í tí kenda felagnum, AaB í Ålborg. Eg hevði eitt dreingjalið gjøgnum fýra ár, frá tí, at teir vóru 10 ár til teir vóru 14 ára gamlir. Sjálvur spældi Birnir nærum ongan fótbólt á dreingja- og unglingaárum. Sum yngri spældi Birnir kurvabólt, og hann íðkaði eisini frælsan ítrótt. – Tað var fyrst tá eg sum 25 ára gamal flutti til Danmarkar, at eg byrjaði at venja fótbólt. Tann dysturin eg havi spælt, sum verið á tí hægsta støðinum, var tá eg við einum seriu-3 liði spældi ímóti einum seriu-2 liði í tí donsku steypakappingini, greiðir Birnir frá. Birnir hevur tó altíð dámt væl at fylgja við fótbólti, og er tað serliga Premier League og Manchester United, sum hevur hansara áhuga. – Tað er meiri fysikkur í ensku liguni, enn í sponsku og italsku liguni, leggur Birnir sum eina grund til, at honum dámar best Premier League av teimum stóru fótbóltsligunum.
Meira pedagogiskur enn Alex Ferguson
Birnir er tó væl meiri pedagogiskur, enn tann stóra venjarahetjan, Sir Alex Ferguson hjá Manchester United. – Tá ein gerst ársins venjari, so er tað jú greitt tekin um, at ein hevur eitt gott lið at venja, slær íslendingurin fast. Hann er fegin um samstarvið við hin venjararn, Kaysten Rasmussen, sum hevur roynt seg á besta mansliðnum hjá Skála. – Vit tosa væl saman um alt rundan um liðið, og tað hevði ikki gingið so væl, um hann ikki hevði verið við í venjaratoyminum, sigur Birnir, sum ikki sparir uppá rósirnar til samstarvsfelagan, Kaysten Rasmussen.
Eru frá nærøkinum
Allir spælarnir á besta kvinnuliðnum hjá Skála eru frá nærøkinum kring Skála og Strendur. Talan er um eitt ungt lið við einum lágum miðalaldri. Birnir staðfestir, at kvinnuliðið hjá Skála hevur ikki gjørt nógv um seg tey seinastu mongu árini, og at tað eru heili 18 ár síðani, at liðið seinast var í steypafinaluni. Birnir hevur vónir um, at hópurin í stóran mun verður tann sami til komandi kappingarár. – Nú eru tað nógvar av kvinnunum, sum hava fingið góðan hug at stríðast víðari, og nógvar av teimum ætla at byrja at venja longu nú, og tað haldi eg ein kann siga; er ein veruliga stór framgongd.
Gera meir við likamligu venjingina
Birnir ætlar, at liðið skal verða í betri likamligari venjing til komandi kappingarár. – Eg ætlaði mær at byrja í góðari tíð at venja styrkisvenjing. Haraftrat koma vit at spæla innandura fótbólt einaferð um vikuna í vetur, so vit eru longu spakuliga farin í holt við at fyrireika komandi kappingarár, slær Birnir fast. Birnir er rættiliga væl nøgdir við tað leikaratilfeingið hann hevur nú, og hann heldur, at tað eru bara nakrir smálutir, sum skulu broytast. Birnir dugir ikki at siga, um liðið fær nakran styrk uttanifrá, men hann slær fast, at tað eru nógvar kvinnur sum venja fótbólt á Skála. Farna summar vóru tað yvir 30 kvinnur, sum vóru til venjing, og tað var fyrstu ferð nakrantíð, at kvinnurnar kundu spæla venjingardyst 11 ímóti 11, og hava eykaspælarar. – So tað er óivað okkurt ein hevur gjørt rætt, tá ein megnar at fáa so nógvar kvinnur at møta til venjing, staðfestir Birnir.
Sikta hægri
Birnir og Skála-kvinnur hava fingið blóð á tánna, og tí er málsetningurin fyri komandi kappingarár at gera tað enn betri enn í farna kappingarári. Men Birnir veit, at tað verður torført. KÍ fer at gera alt fyri at endurvinna meistaraheitið enn einaferð, og hann slær eisini fast, at AB eisini hevur eitt sterkt kvinnulið. Hesaferð hevur íslendski venjarin góða tíð til at fyrireika seg til komandi kappingarár, og tað kann fara at vísa seg at gera mun. Fríggjadagin klokkan 15.15 verður ein radiosamrøða við Birnir Haukson á Rás2.









