Gjáarsmolt hevur økt framleiðsluna við umleið eini helvt. Úr 800.000 smoltum upp í 1,2 milliónir smolt árliga. Hendan økingin er møgulig, tí ein nýggj høll við fýra stórum kørum er bygd.
Sofus Johannesen, stjóri í Gjáarsmolt, sigur at teir tóku tíggju fimm metur kør niður og settu fýra átta metur kør upp aftur í staðin. Hesi fýra nýggju kørini rúma umleið dupult so nógv sum tey tíggju, sum vórðu niðurtikin, sigur Sofus Johannesen.
Í fiskatali verður munurin nógv størri. Í hesum nýggju átta metur kørunum ganga umleið 100.000 fiskar í hvørjum, meðan tað eru umleið 15.000-16.000 fiskar í einum fimm metur kari.
Tá tosað verður um fimm og átta metur kør, er tað diametur, nevnt verður. Átta metur kørini eru eisini væl hægri enn hini, tí verður rúmmunurin so stórur.
Eisini fær støðin biofiltur, soleiðis, at vatnið verður endurnýtt. Tað vil siga, at sama vatnið fer fleiri feðir í gjøgnum anleggið, áðrenn tað fer á sjógv. Vatnið verður hitað. Hitin fer at liggja um eini 16-18 stig. Hetta er ikki heilt klárt enn, men roknað verður við, at um einar tvær vikur, verður alt liðugt.
Hetta, at kørini standa inni, ger, sigur Sofus Johannesen, at tað ber til at stýra vøkstrinum væl betri, og úrtøkan verður eisini nógv størri av tí sama. Til ber við ljósregulering at gera kunstigan vetur nær sum helst á árinum, og soleiðis kann altíð latast smolt at seta út, sigur hann.
Miðað verður eftir, at rognini komandi ár eisini skulu hitaregulerast, soleiðis at klakt verður einar seks vikur fyrr á árinum. Á tann hátt ber til at hava heystsmolt í hampiligari stødd longu í juli mánaða.
Teir hava ikki lívfisk sjálvir norðuri við Gjógv. Rognini fáa teir frá Fiskaaling og av Fútakletti.
Alt smoltið frá Gjáarlaks hevur higartil verið selt til Faroe Salmon, sum hevur alistøðir í Norðoyggjum. Men nú framleiðslan er økt so munandi, verður helst eisini selt aðrastaðni, sigur Sofus Johannesen.
Farið varð undir hesa útbyggingina seinasta summar, og nú er um tað lagið, at alt er liðugt. Fiskur hevur verið í nýggju kørunum síðan hálvan januar mánaða.
Sofus Johannesen sigur, at teir fara at seta út nú fyrsta dagin. Og tá teir so um einar fjúrtan dagar fara at seta yngul í aftur stóru kørini, skuldi biofiltur skipanin verið liðug, soleiðis at vatnið kann hitast. Tá fer fiskurin at vaksa nógv skjótari enn fyrr.
Hendan útbyggingin, sum nú er gjørd, kostar umleið seks milliónir krónur við allari teknisku útgerðini, sigur Sofus Johannesen. Og tað metir hann, at Gjáarsmolt klárar. Felagið er hampiliga væl fyri, og eingin trupulleiki hevur verið við at fingið fígging, sigur hann.
Tað arbeiða í løtuni fimm mans hjá Gjáarsmolt. Hendan nýggja útbyggingin hevur gjørt, at tann fimti júst er komin aftrat teimum fýra, sum annars vóru fast á støðini.