Gjáar kirkja 90 ár

Í sambandi við runda føðingardagin verður hátíðargudstænasta tríeindarsunnudag 16. juni klokkan 11

Tað var tríeindarsunnudag 26. mai í 1929, at Gjáar kirkja varð vígd.

Dagurin var søguligur á meira enn ein hátt. Ikki bert fingu gjáarfólk sína egnu kirkju; hetta var eisini fyrstu ferð, at ein kirkja varð vígd við føroyskum rituali, hóast føroyskt ikki gjørdist kirkjumál fyrrenn tíggju ár seinni. Serligt við Gjáar kirkju er eisini, at hon ikki vendur eystur og vestur sum aðrar kirkjur, men suður og norður, tí soleiðis hildu teir gomlu, at hon fór at síggjast best frá sjónum, verður sagt í tíðindaskrivi.

Nú kirkjan í 90 ár hevur savnað bygdarfólkið um gleðiboðskapin, bæði í gleði og sorg, verður verður hátíðargudstænasta tríeindarsunnudag 16. juni klokkan 11. Umframt Jógvan Fríðriksson, biskup, luttaka prestarnir Emil Olsen, Jákup E. Petersen og Øssur Kjølbro.