Giza skipar fyri fótbóltskapping

Fótbóltsfelagið FF Giza skipar í komandi viku fyri fótbóltskapping á Argjum. Kappingin er fyri allar aldursbólkur hjá bæði kvinnum og monnum.

 

Nú er summarsteðgur í føroysku landskappingunum, men tað merkir ikki, at eingin fótbóltur verður í næstum. Tí 23. juli skipar Fótbóltsfelagið GIZA fyri stórari fótbóltskapping, Faxe Kondi Summar Cup, á Argjum fyri allar aldursbólkar, frá pinkulingum til old girls, og sjálvandi fyri bæði kvinnur og menn, skrivar FF Giza í tíðindaskrivi.

 

Kappingin verður á hálvum vølli, og 7 leikarar eru á vøllinum í senn. Tað er møguligt at hava 10 leikarar við í hópinum. Í nøkrum av yngstu

aldursbólkunum verður kappingin væntandi spæld á 1/4 vølli.

 

Nr. 1, 2, 3 í hvørjum aldursbólki fáa heiðursmerki til ognar. Aftrat hesum fáa vinnarirnir í smádreingum, dreingum, unglingum og vaksnum og tilsvarandi aldursbólkum hjá kvinnum ein kassa av Faxe Kondi. Allir luttakarirnir í pinkulingum, smápiltum og piltum og tilsvarandi aldursbólkum hjá gentum fáa ein Faxe Kondi drekki dunk til ognar.

 

Tað er avmarkað luttøka. Seinasta freist fyri tilmelding er 21. juli. Tilmelding á 73 74 25 ella við t-post til giza@email.fo.