Giza Hoyvík brynjar seg til 1.deild

Gamal kenningur ger comeback í Hoyvíksfelagnum

Fyri fyrstu ferð í søgu felagsins skal Giza/Hoyvík spæla í næstbestu fótbóltsdeild landsins, 1. deild, komandi kappingarár. Fyrr í kvøld kunngjørdi felagið, at tveir av stuðulsleikarunum, sum vóru við at flyta liðið upp halda fram, meðan ein fyrrverandi spælari, ið áður hevur verið í felagnum, kemur aftur at spæla við felagnum, ið eftir ætlan skal spæla sínar heimadystir á nýggja vøllinum í Hoyvík í komandi kappingarári.

 

Leikararnir, sum halda fram, eru Leivur Holm Joensen, miðverji, og Petur Meinhard Magnussen, málverji. Báðir hesir hava til felags, at teir áður hava spælt í bestu deildini. Leivur hevur spælt dystir í verjuni hjá AB, meðan Petur Meinhard hevur staðið onkrar dystir hjá B68.

 

Nýggi leikarin í felagnum er Bjartur Kjærbo. Bjartur er ein gamal kenningur í felagnum, men seinastu árini hevur hann spælt við AB. Í ár hevur hann spælt seks dystir á Effoliðnum hjá AB, men fyri tað mesta hevur hann spælt á næstbesta liðnum í 1. deild.