Tað hevur ikki gingist sum ætlað hjá teimum fimm rógvarunum, sum skuldu rógva tvørtur um Atlantshavið.
Nú á 43. degi, hava teir lagt árarnar inn. Teir eru komnir til tað niðurstøðu, at uttan róður ber ikki til at stýra bátinum.
Livar Nysted sigur soleiðis:
– Uttan róður kunnu tit ætla, at tað var lítið skil á kósini. Vit fóru sum ein fullur maður, zig-zag eftir sjónum, og fyri hvørjar 4 fjórðingar vit róðu, komu vit 1 fjórðing nærri landi, so hetta kom heldur ikki at ganga í longdini. Tað kom at taka so langa tíð, at vit komu ikki at hava nokk av mati til ein so langan túr, sigur Livar Nysted.
Lesið eisini her: Hávur oyðilegði róðrið
Tí mátti okkurt annað gerast, ella vóru teir noyddir at fáa hjálp.
– Tað var við tungum hjarta, at vit gjørdu okkum eitt lítið segl úr einum soviposa og brúktu tvær árar sum mastrar. So nú sigla vit ístaðin fyri at rógva. Báturin siglir ikki serliga væl, men tað er nú heldur ikki løgi, tí vit bakka, men vit ganga ímóti landi. Ferðin er umleið 2 míla ferð. Vit stýra bátinum við tveimum árum har frammi, sum nú er reyvendin á bátinum. Tað er sera tungt at stýra bátinum, so róðurtørnini eru bara 30 minuttir á gangin. Tað var ikki møguligt at rógva og samstundis stýra bátinun við árum, vegna plásstrot á dekkinum, sigur hann.
Hann heldur fram:
– Tit kunnu ímynda tykkum, at tit eru umborð á einum báti, ið einki róður hevur. Tit eru 900 fjórðingar frá málinum, ið er sami teinur, ið Ove Joensen róði í 1986, og mállinjan er bara 50 metrar breið. Åja, eg mundi gloymt at siga, at báturin eisini vendir skeivt.:) Eg veit ikki, um vit raka máli, men vit royna.
Ein segði einaferð. “Er tað trupult, so tekur tað tíð, er tað ómøguligt, tekur tað bara longri tíð”, sigur Livar Nysted.
Nú royna teir at spara uppá matin, og teir seinastu tríggjar dagarnar, hava teir etið eina rúgvu av flúgvifiski. – Seinastu nátt komu 40-50 stórir flúgvifiskar á dekkið; teir hava vit so kóka í dag, sigur hann. :)
##med2##
Hann letur annars væl at.
– Vit tað gott og lagið á monnum er eisini gott. Veðurmaðurin hjá okkum hevur sagt, at vit skulu rokna við nógvum regni og nógvari toru í tveir til tríggjar dagar, so tað verður helst ófantaligt hesar komandi dagarnar. Vit eru nú 650 fjórðingar frá landi, so tað gongur rætta vegin, sigur hann.:)
Hávurin oyðilegði róðrið
Tað var hávurin, ið oyðilegði róðrið a bátinum.
– Hasin hávurin hevði gjørt størri skaða enn vit hildu. Aftaná at vit vóru komnir inn um 900 fjórðingar, vildi báturin ikki stýra meir. Ein av manningini fór undir bátin at vita, hvussu var vorið, og sá beinanvegin, at har var heilt galið. Róðrið hekk bara í eini glasfibur slintri og var næstan heilt leyst av bátinum. Vit tóku róðri inn í bátin, og sóu, at róðurstamman var avbrotin. Hasin hávurin hevur veruliga gjørt um seg undir bátinum, sigur Livar Nysted.
Hann greiðir frá, at hann áður hevur verið í líknandi støðu.
– Tá mistu vit róðrið mitt úti á Atlanshavinum. Tá endaði tað eisini við, at vit mistu bátin. Eg havi mangan hugsað síðan tá, at vit kundu heilt sikkurt gjørt eitt ella annað, so vit kundu bjarga bátinum, og eg havi eisini lovað mær sjálvum, at kom eg í somu støðu aftur, so skuldi eg gera alt fyri at bjarga bátinum, sigur Livar Nysted.
Nú var hann so í somu støðu, men ikki var lætt at gera nakað.
– Tann stóra kabinan framman hevur sera stóra ávirkan á, hvussu báturin uppførir seg, og er einki róður á bátinum, fer gronin altíð upp í vindin. Tað er faktiskt vónleyst at rógva bátin uttan róður. Vit funnu so uppá at bakka bátin, tað vil siga, at vit vendu um uppá alt á dekkinum so at reyvendin á bátinum er gronin. Ja, tað ljóðar løgið, men tað var einasti máti at fáa ferð á bátin, sigur hann.
Teir royndu hetta eina tíð, men nú hava teir givið upp at rógva, og hava sett segl á bátin.