Givnir at leita eftir horvnum ferðamonnum

Í Íslandi eru bjargingarliðini givin at leita eftir tveium týskum ferðamonnum, sum hvurvu fyri fýra vikum síðani Teir seinastu dagarnar hava bjargingarliðini leitað á leiðini við Vatnajøkul, eftir at ein tyrla hjá sjóverjuni hevði funnið tjaldið hjá teimum báðum týsku ferðamonnunum nakað niðan fyri jøkulin.

Men í dag kunngjørdi bjargingartænastan, at leitingin er steðgað, tí eingin vón er um at finna teir báðar menninar aftur á lívi.

Talsmenn hjá bjargingartænastuni siga, at leitingin hevur verið sera torfør og harafturat hættislig. Í fleiri førum hava bjargingarmenninir verið noyddir at síga niður í djúpar rivur í ísinum, men teir hava einki funnið.